Umhugsa at stevna Fjarhitafelagnum

Tey, sum fáa húsini upphitað við orku frá Fjarhitafelagnum í Havn, eru ónøgd við høgu prísirnar. Brúkarar hótta nú við at stevna felagnum og møguliga eisini eigarunum, Tórshavnar Býráð og SEV

Stjórin í Fjarhitafelagnum rekur felagið undir skeivum fortreytum, tá hann í staðin fyri at hava raksturin sum grundarlag, lagar seg til oljuprísirnar.

Hetta halda brúkarar, sum nú hótta við í fyrsta lagi at stevna Fjarhitafelagnum og í øðrum lagi eigarum tess.

Fjarhitafelagið nýtir nevniliga ikki dropan av olju, men fær avlopshita frá Brennistøðini á Sandvíkarhjalla. Tí halda brúkararnir tað vera burturvið at laga orkuprísin eftir oljuprísinum.

Líggjas Høgnesen, sum býr í Kristiansgøtu, er ein teirra, sum er ónøgdur við Fjarhitafelagið. Hann hevur vegna íbúgvar í gøtu síni sent bløðunum viðmerking, har hann beinleiðis heitir á eigarafeløgini at stevna Fjarhitafelagnum

? Gera eigarafeløgini einki við málið, fara fleiri í Kristiansgøtu at taka stig til, at sakførarar fáa innlit í svansið, ið gongur fyri seg, sigur Líggjas Høgnesen.


Býráðið uppí

Umboð fyri eigarafeløgini, sum nýta fjarhita frá Fjarhitafelagnum, hava fleiri ferðir gjørt vart við ónøgd sína bæði hjá Fjarhitafelagnum og hjá Tórshavnar Býráð. Men kortini er einki ítøkiligt hent í málinum.

Undan býráðsvalinum høvdu fólk tó eina vón um, at viðurskiftini fóru at laga seg. Líggjas Høgnesen vísir á, at undan býráðsvalinum varð dúliga róð uppundir, at nú skuldi okkurt gerast í málinum um fjarhitan í Havn.

? Býráðslimir vóru javnan í bløðunum og lovaðu at gera okkurt munagott og kanna viðurskiftini viðvíkjandi Fjarhitafelagnum, sigur Líggjas Høgnesen. Hann ger í sama viðfangi vart við, at Jan Christiansen, sum nú er borgarstjóri í Havn, var ein teirra, sum lovaði, at Fjarhitafelagið skuldi endavendast, og at greiða skuldi fáast á hetta felag.

Tí heitir Líggjas Høgnesen vegna borgararnar í Kristiansgøtu á borgarstjóran um at gera nakað við málið.

? Vit eru fleiri, ið heita á Jan Christiansen um at koyra Jóannes Hansen frá sum stjóra og seta nýtt fólk við, sum hevur virðing fyri brúkarunum, og sum hevur neyðuga vitan og vilja at marknaðarføra eitt nýmótans virki. Hendan fyritøka er í dag fullkomiliga koyrd føst vegna stirvnan stjóra, ið bert kennir til koyrilspolitikk. Tíðin er farin frá hesum handilsmetodum, sigur Líggjas Høgnesen.


Okursprísir

Viðskiftafólk hjá Fjarhitafelagnum eru ógvuliga ónøgd við rokningarnar, tey hava fingið í vetur. Prísurin er hækkaður úr 0,405 krónum fyri kilowatttíman til 0,549 krónur, soleiðis at tey, sum hildu seg eiga pening til góðar hjá felagnum, nú í staðin skulu rinda eyka.

? Vit eiga nú eikni til góðar, men Fjarhitafelagið eigur nú 15 prosent til góðar hjá okkum. Hetta kalli eg eitt slag undir beltið, sigur Líggjas Høgnesen.

Sambært Líggjas Høgnesen er prísurin hækkaður eftir heita summarið í fjør.

? Tað tóktist okkum, sum Várharra hugsaði um okkum í Hoyvíkshaganum, tá hann syrgdi fyri, at árið var so heitt, sum menn ikki vita um í nýggjari tíð. Vit nýttu eisini 15 prosent færri kilowatttímar í fjør. Tískil skuldi borið til at hildið, at vit áttu pening til góðar. Men stjórin har, Jóannes Hansen, kann ikki liva við, at kundin eigur nakað til góðar. Tí hækkaði hann prísin, sigur Líggjas Høgnesen.

Líggjas Høgnesen sigur seg vita um onkran, sum síðani prísurin hækkaði, hevur verið noyddur at rinda 2.800 krónur um mánaðin í hita.

Tí vóna Líggjas Høgnesen og grannar hansara at fáa málið greitt í rættinum, um einki annað hendir.

Jóannes Hansen, stjóri í Fjarhitafelagnum, hevur onga íøkiliga viðmerking til málið í dag.