Longu stutt aftan á vanlukkuna søgdu sveitsiskir talsmenn, at flogskiparin umborð á tí russiska ferðamannaflogfarinum hevði skyldina av, at flogfar hansara og eitt flutningsflogfar stoyttu saman yvir Boden-vatninum í Suðurtýsklandi. 71 fólk, teirra millum 45 børn úr russiska býnum Ufa, doyðu í vanlukkuni.
- Leiðararnir hjá sveitsiska loftferðslueftirlitinum Skyguide komu við teimum fyrstu skuldsetingunum ímóti russiska flogskiparanum, áðrenn tær fyrstu kanningarnar vórðu gjørd-ar, segði formaðurin í russiska flogskiparafelagnum, Miroslav Boichuk, á einum tíðindafundi í Moskva hósdagin.
- Skuldsetingarnar vóru óhóskandi og boðaðu frá ókunnleika, segði formaðurin. Hann legði afturat, at tá tann endaliga frágreiðingin kemur, fer felagið at taka støðu til, um tað skal leggja sak ímóti tí sveitsiska talsmanninum, sum kom við skuldsetingini ímóti tí russiska flogskiparanum.
Samstundis sum sveitsisku myndugleikarnir høvdu hug at geva russiska flogskiparanum skyldina av vanlukkuni, boðaðu myndugleikarnir í Týsklandi frá, at tann russiski flogskiparin fekk bara 44 sekundir til at fyribyrgja samanstoytinum. Sveitsiska eftirlitið bíðaði alt ov leingi við at varskógva flogskiparan, søgdu týsku myndugleikarnir.
Russiska blaðið Komosolskaya Pravda sigur seg hava fingið fatur á teimum seinastu orðunum hjá teimum báðum flogskiparunum umborð á tí russiska Tupolev-flogfarinum. Men orðini eru av slíkum slagi, at tey kunnu ikki setast í blaðið, verður sagt.










