Umhugsa at leggja kommunur saman við lóg

Vilja kommunur ikki leggja saman sjálvbodnar, má samgongan longu í ár umhugsa at leggja tær saman við lóg, heldur Jóannes Eidesgaard, løgmaður

Nú má samgongan koma til eina niðurstøðu um, hvussu nógvar kommunur skulu vera í Føroyum.

Tað heldur Jóannes Eidesagaard, løgmaður.

Í Løgtinginum í gjár helt hann, at kommunubygnaðurin er eitt av teimum stórmálum, sum hendan samgongan má koma til eina niðurstøðu um sum skjótast.

- Sjálvur eri eg sannførdur um, at kanska longu áðrenn kommunuvalið í heyst, skal samgongan boða frá, hvat ið hon vil á kommunuøkinum.

Og kanska skal boðskapurin til kommunurnar longu nú vera, at hava vit ikki fingið ætlaðu sjálvbodnu kommunusamanleggingina áðrenn eina ávísa freist, verður tað gjørt við lóg, soleiðis at vit fáa hetta málið avgreitt.

- Annars fáa vit ikki hetta málið avgreitt og fáa sostatt heldur ikki sett hol á kjakið um ábyrgdarbýtið ímillum land og kommunur, segði Jóannes Eidesgaard.


Samgongan ósamd

Men heldur ikki í hesum máli dregur samgongan somu línu.

Tordur Niclasen úr Miðflokkinum, heldur, at tað er ílagi, at samgongan ger greitt, hvussu ábyrgdarbýtið skal vera ímillum land og kommunur.

Men hann tekur ikki undir við at kommunurnar verða lagdar saman við lóg.

Hann sigur, at hatta við kommunusamanlegging gongur sína gongd, har tær kommunur, sum halda tað vera skilagott at leggja saman, gera tað, men tær kommunur, sum ikki síggja nakran fyrimun í tí, koma framhaldandi at stýra sær sjálvari.

Rósa Samuelsen heitti á løgmann um at boða frá sum skjótast, hvørji ábyrgdarøki, kommunurnar skulu umsita og nær tær fáa hesi málsøki at umsita. Hon vildi eisini hava greið boð um nøkur ætlan er at leggja kommunurnar saman og um, hvussu nógvar kommunur skulu vera í Føroyum í framtíðini.

Løgmaður staðfesti, at tað er neyðugt at kommunurnar fáa greið boð so at tær ikki liva í óvissu.

Hinvegin helt hann, at tær kommunur, sum eru sinnaðar at samstarva, tær hava longu lagt saman og tær, sum eru ivasamar, bíða og tær, sum eru beinleiðis ímóti at leggja saman, bíða sum longst.

- Men skulu vit seta hol á kjakið um eitt greitt ábyrgdarbýtið ímillum land og kommunur, mugu vit fyrst fáa greiði á, hvussu nógvar og stórar kommunur skulu vera í Føroyum.

- Tað ber ikki til at viðgera ábyrgdarbýtið ímillum land og kommunur so leingi sum tað er so stórur munur á kommunustøddini, sum tað er í dag, sigur løgmaður.

Løgmaður segði, at hann kundi hugsa sær at hann longu í ólavsøkurøðuni fekk høvi at boða frá, hvussu nógvar skulu vera í Føroyum í framtíðini og, hvussu stórar, tær skulu vera.

Kristina Háfoss, sum er landsstýriskvinna í mentamálum, hevði eina heilt aðra áskoðan enn bæði løgmaður og tingmaðurin fyri Miðflokkin .

Hon sigur, at nú fara tey at viðgera, hvussu abyrgdarbýtið skal vera ímillum land og kommunur.

- Vit kundu bíða við ábyrgdarbýtinum til kommunurnar hava lagt saman í størri kommunur, men av tí at tað enn ikki er endaliga ásett, nær samanleggingarnar skulu vera, verður arbeitt við øðrum loysnum fyri at fáa ábyrgdarbýtið greiðari.

Hon legði afturat, at tað er ein spurningur, sum skal takast upp við kommunurnar, áðrenn nakað verður almannakunngjørt um tað.