Umhugsa at lata privat reka vindmyllur fyri SEV

VINDORKA Privatar fyritøkur, sum vilja marknaðarføra seg sum grønar fyritøkur, fáa kanska høvi at ogna sær nakrar vindmyllur frá SEV

Sev hevur stórar ætlanir um at byggja vindorkuna út.
Ein møguleiki, sum verður umrøddur í hesum sambandi, er, at privatar fyritøkur fáa høvi at ogna sær vindmyllur frá SEV at reka.
Tað sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV.
Hetta er ein av nógvum spurningum, sum verða viðgjørdir í tveimum. arbeiðsbólkum, sum eru mannaðir við umboðum fyri SEV, kommunurnar og landsstýrið.

Tekniskt og fíggjarligt
Landsstýrið hevur sett sær sum mál, at longu í 2020, skal 80% av allari okkara orkunýtslu vera frá varandi orkukeldum.
Og í hesum sambandi verður nógv hugsað um vindorku, umframt um sjóvarfalsorku og vatnorku.
Men Landsstýrið sigur onki um, hvussu hetta málið skal røkkast og, hvussu íløgan skal fíggjast
Hinvegin hava røddir í SEV verið frammi um, at skal endamálið røkkast, má tað vera í samstarvi ímillum landsmyndugleikarnar og elfeløgini.
Tí er ein stýrisbólkur settur at arbeiða víðari við hesi ætlan.
Undir hesum stýrisbólki, eru tveir projektbólkar settir.
- Annar projektbólkurin viðgerð tær teknisku avbjóðingarnar og í hesum sambandi verður útgreinað, hvussu vit eru fyri tekniskt á hesum øki og, hvussu farast skal fram hiðani frá, sigur Jákup Suni Lauritsen.
Somuleiðis skal hesin bólkurin útgreina, hvussu nógv skal vatnorka útbyggjast, hvussu nógv skal vindorka útbyggjast og, hvønn leiklut skal sjóvarfalsorka hava, o.s.fr.
Hin arbeiðsbólkurin viðgerð teir fíggjarligu spurningarnar í hesum sambandi skal hann útgreina, hvussu orkuveitingin skal skipast og hvussu bygnaðurin skal vera.
Samstundis er ein politiskur fylgibólkur settir, sum fylgir við og alla tíðina er kunnaður.

Privatar myllur
Jákup Suni Lauritsen sigur, at í sambandi við bygnaðin í okkara framtíðar orkuveiting, verða allir møguleikar umrøddir, heilt frá smávegis tillagingum til at landið yvirtekur SEV.
Nevndarformaðurin ásannar, um tað so verður SEV, ella um tað verður landið, sum skal fíggja ætlanina, verður tað í øllum førum bara tann sami skattgjaldarin, sum skal gjalda.
Um hann skal gjalda við aðrari hondini umvegis SEV, ella um hann skal gjalda við hinari hondini umvegis landskassan, kann verða akkurát tað sama, heldur nevndarformaðurin.
SEV hevur søkt um at fáa loyvi til at seta eina stóra vindmyllulund við 13 vindmyllum upp í Hu?sahaga.
- Ein møguleiki er, at SEV setir vindmyllurnar upp, men síðani bjóðar tær út til íleggjarar at keypa og reka
- Tað er ikki sagt, at fíggingin partú skal koma úr landskassanum. Fíggingin kann eisini koma frá privatum íleggjarum, heldur nevndarformaðurin í SEV.
- Talan kann verða um fyritøkur, sum vilja marknaðarføra seg, sum umhvørvisvinarligar og grønar.
- Hetta er kent uttanlands, at fyritøkur marknaðarføra seg við, at tær brúka so og so nógva orku, men at tær samstundis sjálvar framleiða líka nógv av grønari orku.

LES EISINI GREININA:SERFRØÐINGAR BJÓÐA LEIÐSLUNI Í SEV AV
LES EISINI GREININA: ÍBINDINGARGJALDIÐ Í SEV VERÐUR TVÍFALDAÐ