Stýrið fyri ALS umhigsar nú at lækka inngjaldið til ALS.
Hvussu nógv, ætlanin er at lækka inngjaldið er ikki greitt enn.
Karin Kjølbro, formaður í stýrinum fyri ALS, sigur, at ALS hevur fyrr lækkað gjaldið úr 2,75% í part hjá arbeiðsgevarum og arbeiðstakarum, niður í 2%.
Sostatt er gjaldið lækkað 0,75% fyri hvønn partin, ella 1,5% tilsamans.
Í fyrstuni rindaðu arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar 2% av lønini í part til ALS.
Tó var eitt loft á inngjaldinum so at ongin betalti meiri enn 3.700 krónur til skipanina um árið.
? Tað svarar til 2% av eini arbeiðaraløn.
? Men tá ið kreppan var í hæddini, fór botnurin undan ALS og tað var neyðugt at hækka inngjaldið upp í 2,75% í part. Harafturat varð inngjaldsloftið uppá 3.700 krónur tikið av og útgjaldið lækkað úr 70%, niður í 67% av eini arbeiðsmannaløn.
Men hesi seinastu árini er arbeiðsloysið stórliga minkað, og fíggjarstøðan hjá ALS batnað samsvarandi.
Síðani hevur ALS arbeitt fyri at broyta støðuna aftur til ?tað gamla?. Útgjaldið er aftur hækkað upp í 70% av eini arbeiðaraløn og inngjaldið er aftur lækkað niður í 2%.
Og nú er fíggjarstøðan so mikið góð, at ætlanin er at lækka inngjaldið enn meiri.
Karin Kjølbro, stýrisformaður, sigur, at stýrið hevur sett sær fyri, at Skipanin skuldi verða skuldarfrí, at hon skuldi styrkjast fíggjarliga og at arbeiðsávísingin skuldi fáast at virka betri, tey endamálini eru rokkin.
Stýrið hevur sjálvt heimild til at lækka inngjaldið.
Og nú verður mett, at fíggjarliga støðan er so góð, og at skipanin er so mikið sekr fíggjarliga, at spurningurin um at lækka inngjaldið kann umhugsast.
Tað er tó vanlig fatan, at tað er í góðum tíðum, at ALS skal styrkja seg fíggjarliga, so at hon megnar at standa ímóti einum bakkasti, sum tað, ið herjaði fyrst í nítiárunum. Tó er tað ikki heilt semja um, hvussu sterk hon skal vera og, hvussu skjótt hon skal styrkjast.