- Eg eri bilsin og rættiliga ósamdur við dóminum hjá Eystara landsrætti.
Tað er greiða svarið frá Christian F. Andreasen, advokatur hjá Jørgen Niclasen í tollmálinum, tá hann verður spurdur um dómin fyrr í dag í Eystara landsrætti, har teir journalistarnar, sum í Føroya rætti vórðu funnin sek í ærumeiðing av formanninum í Fólkaflokkinum, vórðu fríkendir.
- Dómurin gongur móti galdandi rættarpraksis, ið er fastlagt í Hægsta rætti í málinum viðvíkjandi Bent Jensen. Hetta gongur eisini beint móti dóminum í Føroya rætti. Eg meini ikki, at man kann argumentera, at óvís viðurskiftir í tollskuld kunnu sigast at vera tollsvik.
Christian Andreasen metir, at talan er um eitt so prinsipielt mál, at møguleikin at skjóta tað inn fyri hægri rætt verður nú umhugsaður.
- Landsrætturin metir, at politikarar skulu tola meira av enn onnur, men hvussu langt kunnu fjølmiðlarnir fara út um mark við politikarum? Hesin dómurin gevur pressuni nærum óavmarkað frælsi.
- Eg umhugsi at mæla mínum klienti til at søkja um loyvi hjá Procesbevillingsnævnet at føra málið fyri Hægsta rætt. Fyri at tað skal bera til, so má málið verða av prinsipiellum karakteri. Tað meti eg, at hetta er, tí tað er týdningarmikið at vita, hvat kann sigast um ein politikara uttan, at tað kann prógvast. Serliga tá løgreglan, eins sum í Bent Jensen-málinum, longu hevur kannað málið uttan at reisa ákæru.