Landsstýrið kannar í løtuni møguleikan fyri at herða reglurnar í revsilógini um neyðtøku. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nú Hervør Pálsdóttir, tingkvinna, hevur spurt um, um ætlanin er at taka nøkur stig í so máta.
– Nógv bendir á, at revsingin fyri neyðtøku verða broyttar í Danmark í næstum og eftir ætlan verður eitt uppskot lagt fyri Fólkatingið í næsta mánað um tað, sigur hann.
Helst verður farið til eina áseting,sum er grundað á tann frían vilja ella á samtykki, har reglurnar higartil hava verið grundaðar á tvingsil.
– Landsstýrið kannar í løtuni, hvussu norðurlond hava skipað seg á hesum øki. Royndirnar í okkara grannalondum verða síðani brúktar sum grundarlag, tá ið støða skal takast til, hvussu ein føroysk áseting skal orðast, svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað.
Landsstýrið ætlar í hesum arbeiði at umrøða spurningin við ymiskar áhugabólkar, eitt nú KRIS, Amnesty International Føroyar, Føroya Politistafelag og Advokatfelag Føroya. Men løgmaður heldur, a ttað verður eisini neyðugt at gera undirvísingartilfar og skipa fyri evnisdøgum í skúlunum um hetta evni, sigur løgmaður.










