Javnstøðunevndin hevur latið úr hondum eina ársfrágreiðing fyri undanfarna ár, sum er send miðlunum í dag. Í frágreiðingini sæst, at tað er rættiliga ymiskt arbeiði, sum nevndin hevur tikið sær av í undanfarna ári.
Javnstøðunevndin skrivar, at ein fyrispurningur kom í 2016, um hví altjóða kvinnudagurin og altjóða mannfólkadagurin ikki eru viðfarnir eins.
- Ein borgari spurdi í 2016 Javnstøðunevndina, hvussu tað ber til, at altjóða kvinnudagur 8. mars er almennur flaggdagur í Føroyum, meðan flaggað ikki verður, tá altjóða mannfólkadagur er 19. november, skrivar nevndin í ársfrágreiðingini.
Nevndin sigur seg hava sent fyrispurningin víðari til Løgmansskrivstovuna, og haðani verður sagt, at spurningurin verður umhugsaður.