Umfatandi virus herjar á Facebook

Sløkk telduna, um tú ert smittaður, eru ráðini frá KT-serfrøðingum.

Eitt umfatandi virus herjar á Facebook í hesum døgum. Tað sær ósekt út, tá ein vinur sendir tær eini boð um at opna viðløgdu leinkju. Ofta er tað ein mynd av tær sjálvum ella okkurt líknandi. Men opnar tú leinkjuna, er friðurin úti. 

 

Tað er eitt virus, og sum virus flest nú á døgum, so tekur tað ræði á telduni hjá tær, og spreiðir seg sjálvt víðari til fólk á tínum vinarlista. 

 

Ráðini frá donskum KT-serfrøðingum eru heilt einfalt at sløkkja telduna, um tú ert raktur. 

- Ein skal sløkkja telduna fullkomiliga og bíða, inntil ein mótgift er funnin, sum kann strika virusið aftur. Ikki lat telduna koyra víðari, tí so spreiðir virusið seg enn longur, sigur Peter Kruse, sum er trygdarserfrøðingur í CSIS við Politiken.dk.

 

Annars eru ráðini, altíð at vera varin við at trýsta á leinkjur og ongantíð taka fílar niður á telduna, u, um tú ikki ert vísur í, hvat innihaldi er.

 

Miðlar hava fyrr í dag borið tíðindini um, at so mong sum 600.000 facebookkontur eru raktar av virusinum, og at tað smittar 88.000 brúkarar um tíman. Hesi tølini vístu seg seinni at vera gomul tøl, frá einum líknandi virusálopið í 2011. Tey eru altso ikki galdandi fyri hetta virusálopið.