Umfatandi sparingar

90 milliónir í yvirskoti. Tað vísa turru tølini í álitinum frá meirilutanum í fíggjarnevndini til fíggjalógaruppskotið. Eitt nú skulu 61 milliónir sparast á almanna- og heilsuøkinum, millum annað á Landssjúkrahúsinum, á játtanini til fólka- og fyritíðarpensjónir, í barsils- og dagpeningaskipanini umframt øðrum almannaveitingum. Í uppskotinum er ikki lagt upp fyri lovaða skattalættanum, samtíðis sum samgongan væntar at fáa 30 milliónir meira inn í skatti næsta ár.

Tá leið út á hóskvøldið eydnaðist loksins samgongulimunum í fíggjarnevndini at semjast um eitt álit til fíggjarlógaruppskotið, ið Karsten Hansen legði fram 30.september. Og sammett við upprunaliga uppskotið úr Fíggjarmálaráðnum, ið vísti eitt yvirskot uppá tvær milliónir krónur, tá avdráttirnir av landskassaskuldini eru goldnir, er yvirskotið nú vaksið upp í góðar 90 milliónir. Áðrenn avdráttirnir av skuld eru goldnir, er yvirskotið á fíggjarlógini fyri næsta ár vaksið úr 150 milliónum upp í 240 milliónir. Stívliga 83 milliónir eru skornar av útreiðslusíðuni, inntøkurnar eru mettar 30 milliónir hægri og so skulu íløgur gerast fyri 22,5 milliónir meira enn upprunaliga ætlað.
Nakrar lógarbroytingar, ið eru fortreytin fyri at roknistykkið gongur upp, eru longu farnar í løgtingið, meðan aðrar eru á veg.

Spara á almanna- og heilsuøkinum
Størstu sparingarnar eru at hóma á almannaøkinum, har tilsamans 52 milliónir krónur eru skornar burtur, sammett við upprunaliga uppskotið til fíggjarlóg fyri 2003. Játtanin til fólkapensjónir er lækkað við 15 milliónum, játtanin til fyritíðarpensjónir er skorin við 10 milliónum, 11 milliónir skulu sparast innan dagpeningasskipanina, stuðulin til uppihaldsspening, sum upprunaliga var settur til seks milliónir, er strikaður, 3,5 milliónir eru skarvaðar av játtanini til serforsorg, játtanin til barnaforsorg minkar við 3,2 milliónum og sparast skulu 4,5 milliónir á játtanini til vanliga forsorg. Hesar, umframt aðrar smærri reguleringar, gera at samlaða játtanin til almannamál, sum í fíggjarlógaruppskotinum var ásett til 1.254 milliónir næsta ár, nú verður 1.202 milliónir krónur.
Eisini innan familju- og heilsumál skal sparast. Meirilutin í fíggjarnevndini hevur skorið 8,3 milliónir av játtanini til landssjúkrahúsið, meðan 2,3 milliónir eru skornar av játtani til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Meira pengar til vegir
Í fíggjarlógaruppskotinum vóru seks milliónir krónur settar av til nýggjar landsvegir, men í sínum áliti mælir meirilutin í fíggjarnevndini til at brúka 27 milliónir til endamálið næsta ár. Millum annnað skulu sjey milliónir brúkast til vegagerð millum Øravík og Hov, seks milliónir skulu nýtast til vegagerð úr Skálabotni út á Strendur, eins og fimm milliónir skulu nýtast til vegin millum Gomlurætt og Havnina.
Pengarnir skulu millum annað fáast til vega við at skava sjey milliónir av játtanini til samferðsluhavninni í Suðuroynni og tvær milliónir av játtanini til samferðsluhavn í Kallsoynni, Skálafjarðarsiglingin skal niðurleggjast. Samanlagt lækkar játtanin til vinnumál við fýra milliónum krónum, sammett við fíggjarlógaruppskotið.

Eingin skattalætti
Hóast samgongan frá fyrsta degi hevur boðað frá skattalætta, so er hædd ikki tikin fyri skattalættanum, hvørki í fíggjarlógaruppskotinum, ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði fram 30.september, ella í álitinum, sum samgongulimirnir í fíggjarnevndini løgdu fram hóskvøldið. Harafturímóti verður nú roknað við at inntøkurnar frá vanliga skattinum vera 20 milliónir hægri enn mett í fíggjarlógaruppskotinum, umframt at skattainnntøkurnar frá ymsum grunnum vera 10 milliónir hægri. Í sínum viðmerkingum til álitið sigur meirilutin tó soleiðis: »samgongan ætlar at gera skattalættar fyri einar hálvthundrað milliónir krónur. Effektin av hesi skattalækking verður væntandi ein hækking í inntøkunum uppá 10 milliónir krónur.«
Eftir at álitið frá fíggjarnevndini varð lagt fram klokkan eitt korter til tíggju hóskvøldið boðaði Edmund Joensen, tingformaður, frá, at onnur viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg verður á skránni mánadagin klokkan 10.