Umfatandi ILA-tiltøk í Noreg

- Tiltøkini, sum Matvørueftirlitið skjýtir upp, kunnu vit slett ikki góðtaka, sigur borgarstjórin, Ivar B. Prestbakkmo Í Harstad í Noregi høvdu tey ILA-fund fyrst í hesi vikuni, har trupulleikin við herviligu fiskasjúkuni varð viðgjørdur.

Semja er í vinnuni og í kommununum um, at tað verður ein vanlukka, um ILA-tiltøkini verða so umfatandi, sum Matvørueftirlitið hevur skotið upp.

Á fundinum legði Matvørueftirlitið fram tiltøkini, sum stovnurin ynskir skulu setast í verk fyri at vinna á ILA-trupulleikunum í Suður Troms.

Hesi tiltøk merkja eitt nú, at stórir partar av firðunum ? úr norðurendanum av Tjeldsundinum til Vangsvik á eystursíðuni á Senja verða undir strongum eftirliti og avmarkingum.

- Slík tiltøk hava einki samband við tað, sum vit ynskja, segði borgarstjórin í eini av kommununum á leiðini, Ivar B. Prestbakkmo, sum eisini tosaði vegna aðrar borgarstjórar á leiðini.

Hann segði, at verða tiltøkini, sum Matvørueftirlitið skjýtir upp, sett í verk, verður grundarlagið rivið undan eini vinnu, sum hevur umleið eina miljard norskar krónur í umsetningi og 100-150 fólk í arbeiði.

Norska alivinnan heldur, at loysnin upp á ILA-trupulleikarnar í økinum í fyrsta lagi eigur at byggja á koppseting av fiski, sum verður settur út.

Í august koma nýggjar EBS-reglur, sum fara at gera tað lættari hjá norskum myndugleikum at loyva koppseting móti ILA.

Føroyska alivinnan hevur seinastu árini ikki verið fongd við ILA ella øðrum álvarsomum fiskasjúkum. Kortini lúrir ein ávísur smittuvandi allatíðina við innfluttu rognunum, sum eftir hvat skilst ikki hava verið undir nóg neyvum eftirliti.