Mánanáttina hevði Tjóðpallur Føroya í Tórsgøtu vitjan av óbodnum gestum, sum høvdu sloppið sær inn í salin við einum fyri eyga: at oyðileggja alt, teir fingu hendur á. Og tað eydnaðist teimum væl.
Stórur skaði
Tað, sum gerningsfólkini lótu eftir sær, vóru kostnaðarmiklir skaðar. Leikbúnar vórðu skræddir, virðismiklir dúkar somuleiðis skræddir, gólvið fekk stóran vatnskaða eftir at tey høvdu spælt sær við vatnslangu og kanska tað, sum var dýrasti umgangurin, var, at ljós-skipanin er púra oyðiløgd. Við ómaki høvdu ófriðarkropparnir kutað hvønn einasta kápul av. Umframt vatnskaðan er okkurt gólvbretti eisini rivið leyst. Eisini hevði køkurin havt vitjan og har lógu krúss, tallerkar og annað knúst á gólvinum.
Bakdyrnar
Nógv bendir á, at gerningsfólkini eru komin inn ígjøgnum bakdyrnar, sum eru í køkinum aftanfyri sjálva salin. Henda hurðin stóð opin, tá ið starvsfólk komu til arbeiðis mánamorgunin.
Konfetti var spjatt í øllum salinum. Lutir, sum annars vóru atkomiligir, lógu allir hultur um bultur. Hildið var ikki, at nakað var stolið, so nógv bendir á, at gerningsfólkini ikki høvdu annað fyri eygað enn at oyðileggja.
Bíða í óvissuni
Í gjár var tryggingin á staðnum og gjørdi skaðan upp, men hon hevur tikið lutirnar til sín og skal gera nærri kanningar. Tað kemst serliga av at gólvið hevur fingið vatnskaða, og tað í løtuni ikki er til at siga, um vætan í gamla trægólvinum hevur gjørt meiri skaða enn tað sama.
Ungdómsleikurin “Tak teg saman!”, sum skuldi framførast á Tjóðpalli Føroya í kvøld, bíðar nú í óvissuni. Á Tjóðpalli Føroya vóna tey, at tey kunnu finna nýggja høli til henda leikin, og at viðkomandi hølini eisini hava neyðugu útgerðina.










