Umfatandi herverk á kirkjugarð

Í Søby á donsku oynni Ærø eru fólk skelkað av, at ótangar hava framt umfatandi herverk á kirkjugarðin í býnum. Tá gravarin kom á kirkjuugarðin í morgun, sá hann, at umleið 140 av teimum 600 gravsteinunum lógu niðri, og at fleiri teirra vóru brotnaðir.

Løgreglufólk komu í dag úr Svendborg at kanna málið, og Jesper Pedersen hjá løgregluni á Fyn, sigur við danska kringvarpið, at hetta verður mett sum eitt sera álvarssamt mál.

-Ja, hetta er rættiliga grovt. Tað er heilt óskiljandi, at nakar skal finna uppá at gera slíkt á einum kirkjugarði uttan virðing fyri teimum deyðu og teirra avvarandi, sigur hann við DR.