Um svimjihøllin í Klaksvík ikki verður gjørd í stand sum skjótast, má hon steingjast.
Tað hevur Klaksvíkar kommuna gjørt sær greitt, og tí hevur málið verið viðgjørt í umsitingini og hjá arkitekti seinastu tíðina.
Týskvøldið var málið lagt fyri býráðið í Klaksvík at taka støðu til, og her var ein umfatandi umvælingarætlan fyri svimjihøllina samtykt.
Tað fer at kosta einar 25 milliónir krónur at gera svimjihøllina í stand, og hesar pengarnar ætlar Klaksvíkar kommuna at brúka komandi árini.
Broytingar í høllini
Svimjihøllini í Klaksvík hevur nógv ár á baki, og nú er hon í so ringum standi, at hon má steingja, um hon ikki verður sett í stand.
Í sambandi við umvælingarnar verða broytingar gjørdar í høllini.
Fimm metrar djúpi kavihylurin skal gerast til hyl við skreiðubreyt til børnini. Nýtt gosbað verður gjørt í høllini, og ætlanin er eisini at gera kaffistovu í høllini.
Spurningur um pengar
Tá málið var fyri á býráðsfundinum týskvøldið, greiddi Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri frá, at allir pengarnir til umfatandi umbyggingina ikki vóru tøkir enn.
Hóast hetta samtykti býráðið at seta umvælingarætlanina í verk. Nakað av pengum er í einum grunni, sum er ætlaður til endamálið, men meiri skal játtast seinni.
Einki kjak var á býráðsfundinum um málið, men formaðurin í Umhvørvis- og menningarnevndini hjá Klaksvíkar býráði, Rani Nolsøe, bar borgarstjóran syrgja fyri, at umhvørvisatlit vóru tikin til umbyggingina, so svimjihøllin ikki leiðir nakað burtur í Ósánna, sum rennir nærindis.
Borgarstjórin í Klaksvík roknar við, at svimjihøllin er liðugt umbygd um ein tvey ár, men hetta veldst sjálvandi um viljan hjá býráðnum at játta pengar til endamálið.