Arbeiði, sum íslendska TG-Verk bjóðaði seg at gera, og nú er farið í gongd við umfatar at endurnýggja útsíðurnar og at skifta tekjuna á B-bygninginum á landssjúkrahúsinum.
Tað er hægsti bygningurin.
Tá lisitatiónin var liðug, vísti tað seg, at TG-Verk vóru tríggjar milliónir krónur bíligari enn bíligasta føroyska tilboðið.
Hetta fekk fakfeløgini í Føroyum á kók, og endin varð, at vinnumálaráðið sendi eitt rundskriv til allar almennar stovnar í Føroyum, um at lønardumping ikki skal fara fram. Soleiðis at skilja, at øll, sum gera arbeiði fyri almennu Føroyar skulu fáa løn sambært føroyskum sáttmálum.
Hetta var Sonja Jógvansdóttir úr samtaki ikki heilt nøgd við, hóast tað hjálpir, tí hon kundi hugsað sær, at ein lóg var gjørd, heldur enn eitt rundskriv.
TG-Verk kundi í prinsippinum gjørt av at nýta íslendskar lønir, tí rundskrivið kom aftaná, men fyritøkan boðaði frá, at hon fór at lata lønir sambært føroyskum sáttmálum, hóast lønin í kreppurakta Íslandi er nógv lægri enn lønin í Føroyum.
Nú er hetta arbeiði skotið í gongd.
Júst byrjaðir
Oskar Gunnarsson, byggifrøðingur hjá TG-Verk, greiðir frá, at teir júst er byrjaðir at arbeiða.
- Higartil hava vit bara sett lyftirnar upp, men annars bíða vit bara eftir, at sjúklingarnir verða fluttir og at fáa tilfarið, sum kemur í mai. Eftir tað fara vit at hava eini 20 fólk til arbeiðis, og tað verða bæði føroyingar og íslendingar, sum fara at arbeiða, greiðir hann frá. Oskar Gunnarsson leggur afturat, at eftir ætlan skulu teir arbeiða frá mai til novembur og so aftur frá mars til novembur í 2010.
- Men tað kann eisini verða, at vit arbeiða víðari í novembur í ár, um tíðarætlanin noyðir okkum til tað, men enn er bara fýra fólk til arbeiðis, so vit eru í veruleikanum í eini bíðistøðu, staðfestir byggifrøðingurin.
Tá umfatandi umbyggingin verður liðug, skal arbeiði sambært tilboðnum kosta umleið 27 milliónir krónur.