Klaksvík:
Klokkan nærkast 8 á morgni, og bussurin er júst steðgaður við Statoil-støðina í Leirvík.
Úr bussinum koma fólk í øllum aldri, og ein sær týðiliga, at klokkan enn ikki er vorðin so nógv. Tey síggja troytt og lin út, men um eina lítla løtu byrjar arbeiðsdagurin, so nú er at skunda sær.
Fleiri av fólkunum renna oman á bátabryggjuna. Her liggja fleiri smærri bátar, og nú ræður um at skunda sær umborð, so ein fær pláss inni í hitanum. Um tú ert ov seinur á veg, verður tú standandi uttanfyri í sjórokinum.
Ein av bátinum á bryggjuni hevur navnið Alfa Pilot. Hetta er eitt stuttleikafar á 17 tons, sum hevur tveir motorar, hvør við 240 HK.
Torleif Sigurðsson er útgerðarmaður umborð á Alfa Pilot, og hann er eisini við á túrinum hendan morgunin.
Flytir 200 fólk um dagin
Torleif Sigurðsson greiðir frá, at Alfa Pilot hevur siglt um Leivíksfjørð, meðan verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum hevur verið.
Alfa Pilot siglir eftir nýggju ferðaætlanini hjá Dúgvuni, og harafturat eru eisini fleiri áðrir bátar, sum eisini sigla um fjørðin við fólki.
Norðingar hava ofta á lofti, at sambandið við meginøkið er alt ov vánaligt, og at onkrar munandi broytingar mugu fáast í lag hesum viðvíkjandi skjótast gjørligt.
Men hóast verkfallið førdi við sær, at skipini hjá Strandferðsluni góvust við siglingini, so hevur onkur tikið til, at sambandið um fjørðin ongantíð hevur verið so gott sum nú.
Hvørja løtu fer onkur bátur avstað, og eru teir so nógvir í tali, at tú altíð sleppur við onkrum.
Torleif sigur, at teir umborð á Alfa Pilot føra um 200 fólk um fjørðin hvønn dag, og eru teir fýra mans umborð, sum skiftast at sita við róðrið.
Meiningsleyst verkfall
Sjálvur vónar Torleif, at verkfallið skjótt nærkast einum enda.
- Í løtuni er einans útjaðarin raktur av verkfallinum, og tað virkar meiningsleyst í mínari verð, sigur hann.
Onkur hevur havt eitt sindur ilt av, at teir smærru bátarnir taka siglingina hjá Strandferðsluni upp, og onkur annar hevur skotið upp, at allir bátarnir skulu gevast við at sigla. Tí ikki fyrr enn tá kemur verkfallið at hava eina veruliga ávirkan.
Men Torleif vísir á, at fólk fara ikki um fjørðin fyri at hugna sær. Tey hava ørindir, ið tey skulu fáa avgreitt aðrastaðni, og tí skulu tey ikki líða undir verkfallinum.
- Ein stórur partur av teim ungu, sum búgva í Klaksvík, skulu um fjørðin í skúlaørindum, og tey eru glað fyri henda møguleika, ið vit kunnu bjóða teimum, sigur Torleif.
Hann nevnir eisini fólk, ið arbeiða inni á meginøkinum, og harumframt eru eisini nøkur frá meginøkinum, ið starvast í Norðoyggjum.
- Tey flestu av teimum halda eisini, at tað er púra meinginsleyst, at verkfallið rakar tey, sigur Torleif.
Umframt at flyta vanlig fólk um fjørðin, so hevur Alfa Pilot eisini gjørt onkrar sjúkraflutningar. Torleif greiðir frá, at tað gjørdu teir eisini áðrenn verkfallið rakti oyggjarnar, men nú hevur verið eitt sindur meir at gjørt.
Harafturat hava teir eisini í langa tíð siglt við fólki, sum hava leigað bátin, tí ferðaætlanin hjá Strandferðsluni ikki hevur passað nóg væl inn í teirra ætlanir. Av tí sama heldur hann tað ikki verða nakað undarligt í, at teir nú flyta enn meir fólk um fjørðin.
- Tað eru ikki øll, sum eru so glað fyri, at vit sigla, sum vit gera. Men tey, sum sigla, eru glað fyri at vit eru her, endar Torleif samrøðuna, meðan við leggja at keiuni í Klaksvík.