Tann 10. juni 2014 byrjar Elinborg Apol, løgfrøðingur í einum nýstovnaðum starvi sum fulltrúi hjá Løgtingsins umboðsmanni.
Virksemið hjá umboðsmanninum verður 1. oktober 2014 víðkað til eisini at fevna um eitt serligt eftirlit við rættindum hjá børnum og ungum.
Arbeiðsuppgávurnar hjá Elinborg Apol verða í høvuðsheitum at fyrireika og viðgera innkomnar klagur og at hava eftirlit við stovnum og málsviðgerð á útvaldum økjum, eisini tá ið tað snýr seg um umstøður hjá børnum og ungum.










