Marjun Dalsgaard
?????
Fólkatingsins Umboðsmaður segði týsdagin í einum tíðindaskrivi, at hann ikki ætlar at viðgera kæruna, sum danski Javnaðarflokkurin sendi nakrar dagar inni í valstríðnum, um, at Fogh hevur misnýtt embætismenn í tænastu undir valstríðnum.
Orsøkin til kæruna var, at fíggjarmálaðráðið tíðliga í valstríðnum lak upplýsingar til fjølmiðlarnar um, at átta milliardir vænta í, skal ætlanin hjá Lykketoft, Made in Denmark, rigga. Útrokningarnar hevði fíggjarmálaráðið gjørt, áðrenn valið var útskrivað 18. januar. Ætlanin var løgd fram sunnudag 16. januar.
Made in Denmark skuldi vera stóri trumfurin hjá Mogens Lykketoft hetta valstríðið. Ætlanin skuldi skapa 100.000 nýggj arbeiðspláss í Danmark yvir 10 ár, men luftin fór, sum skilst, skjótt úr ballónini hjá javnaðarformanninum.
Lekin til fjølmiðlarnar um tær væntandi milliardirnar hevur møguliga skað-að trúðvirðið og harvið valstríðið hjá Javnaðarflokkinum, sum valdi at kæra til Fólkatingsins Umboðsmann við vón um at ein niðurstøða kom áðrenn valdagin 8.februar.
Umboðsmaðurin vil tó ikki viðgera kæruna. Orsøkina sigur hann vera, at ein slík kanning krevur, at prógv verða funnin fyri, at fíggjarmálaráðharrin Thor Pedersen tann 16. januar visti, at Fogh fór at skriva fólkatingsvalið út 18. januar. Haraftrat krevst prógv fyri, at tølini vórðu viðgjørd eftir, at Fogh hevði útskrivað valið.
Bæði politikarir og óheftir serfrøðingar høvdu at atburðinum hjá Thor Pedersen. Claus Haagen Jensen, ið er professari á lærda háskúlanum í Ålborg, segði seg ikki vera í iva í, at talan var um misnýtslu av embætismonnum undir valstríðnum. Hann helt tað vera sera lítið sannlíkt, at Thor Pedersen, sum situr í stjórn við Fogh, ikki visti 16. januar, at val fór at vera útskrivað 18. januar, og tað var tí skeivt av honum at seta útrokningar av einum valuppskoti hjá mótpartinum í verk.