Umboðsmaðurin vil hava fund við kommununa

Løgtingsins Umboðsmaður hevur biðið Tórshavnar kommunu um fund um málið við útlendsku kvinnuni, sum kendi seg setta til viks í sambandi við eina starvssetan Seinasta orðið í málinum um útlendsku kvinnuna, sum ikki slapp til setanarsamrøðu, tá hon søkti eitt starv í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu, er ikki sagt. Sólja í Ólavsstovu, løgtingsins umboðsmaður, hevur biðið um fund við Tórshavnar kommunu, skrivar Dimmalætting.

Blaðið vil vera við, at løgtingsins umboðsmaður ikki er nøgd við frágreiðingina hjá Tórshavnar kommunu, men tað vil Sólja í Ólavsstovu ikki vátta fyri blaðnum.

Løgtingsins umboðsmaður heitti herfyri á Tórshavnar kommunu at taka málið uppaftur til viðgerðar, men kommunan segði nei.