Løgtingsins umboðsmaður hevur latið løgtinginum ársfrágreiðingina fyri 2019, og í ársfrágreiðingini sæst, at í 2019 fekk løgtingsins umboðsmaður 72 klagur.
Av hesum 72 klagunum vóru 59 endaliga av - greiddar innan 31. desember. Harumframt vóru avgreiddar 18 klagur frá undanfarnu árum. Umframt tær ítøkiligu klagur, sum umboðsmaðurin fekk í 2019 tók umboðs - maðurin 2 mál upp av egnum ávum. Av hesum slagi av málum varð 1 mál endaliga avgreidd við árslok, umframt vórðu 2 mál avgreidd frá undanfarnu árum.
Talið av klagum er lægri enn í 2018, men meira ájavnt talinum av klagunum tey undanfarnu árini. Av klagunum, sum vóru avgreiddar í 2019, endaðu 18 við áliti, 48 klagur endaðu við einari aðrari viðgerð enn áliti, meðan 11 klagur vórðu avvístar.