Umboðsmaðurin

Ein tøkk til Jenis av Rana og Løgtingið

Føroya Løgting samtykti í farnu viku við 32 atkvøðum fyri og ongari ímóti at seta á stovn Løgtingsins umboðsmann.

At lógin varð samtykt av einum samdum løgtingi ber boð um, at væl er arbeitt frá øllum síðum. Ikki minst hevur uppskotsstillarin gjørt eitt vælaverk. 14. desembur í fjør legði Jenis av Rana vegna Miðflokkin uppskotið fram, og fekk tað beinanvegin góða móttøku av tinginum. Tað varð beint í eina serliga nevnd, sum samd legði uppskotið aftur fyri tingið. Og í farnu viku varð tað einmælt samtykt.


Trygd borgarans

Eitt hjartamál hja Miðflokkinum er rokkið. Til seinasta val lovaðu vit at virka fyri at sambandið millum tað almenna/umsiting landsins og einstaka borgaran skal betrast, so lættari og skjótari kann komast fram í almennu umsitingini. Uppgáva umboðsmansins verður m.a. júst hendan


?At vera ein trygd fyri vanliga borgaran móti avgerðum, hesin metir órættvísar, tilvildarligar ella kanska beinleiðis skeivar

?At vera ein trygd fyri vanliga borgaran móti mistøkum, vansketni ella vanrøkt av skyldum í almennu umsitingini.


Tað er greitt, at almenn umsiting er ein forlongdur armur hjá løgtinginum at útinna tær tænastur, sum Løgtingið áleggur, og tí hevur Løgtingið áhuga í, at hesar tænastur verða røktar til lítar. Umboðsmaðurin er almenna umboð løgtingsins at hava eitt vakið eyga við hesi umsiting, so vanligi borgarin ikki verður fyri órætti.

Tey eru ivaleyst ikki so fá, sum hava kensluna av órættari viðferð í almennu skipanini. Mangan er vónleyst at koma ígjøgnum við sínum sjónarmiðum og mótmælum, tá tvístøður koma upp. Mong eru tey, sum í tolni heldur lata sær lynda at verða meir ella minni trumlað niður fyri frið skuld. Tað eru bert tey fáu, sum hava tíð, orku og fíggjarligan førleika at muta ímóti fyri síðani at skula bíða í mánaðir og ár eftir avgerðum frá skuggapersónum í almennu umsitingini. Umboðsmaðurin hevur ikki verið, og tí hevur so at siga alt borið til. Tað verður ikki so lítið at ríva í hjá umboðsmanninum.


Stutt og lætt

Dentur verður í uppskotinum lagdur á, at vegurin til borð umboðsmansins skal vera stuttur og lættur hjá tí einstaka borgaranum; hetta eru heilt nýggir tónar, tá um almennar kærur ræður. Vanliga er vegurin langur og tungur. Væntast kann, at nýggjar og meiri borgaravinarligar siðvenjur fara at taka seg upp, og er tað at fegnast um.


Serdømi í

føroyskum politikki

Tað má sigast vera serdømi í føroyskum politikki, at eitt uppskot frá andstøðuflokki við bert einum tingmanni vinnur frama og fær so holla undirtøku á Føroya Løgtingi. Tøkk fái Jenis av Rana fyri uppskotið og tøkk fái Føroya Løgting fyri undirtøkuna.


Bill Justinussen

Skrivari Miðfloksins