LÝSINGARATILFAR
HP Jarn er farið í eitt samstarv við Star Buildings í USA, sum síðani stovnanina í 1927 hevu framleitt og sett upp fleiri enn 300.000 stálhallir
Tað eru Heðin og Pauli Poulsen við Ljósáir, sum eiga fyritøkuna HP Jarn.
Fyritøkan varð stovnað í 1987 sum Sandblásing, men við nýggja samstarvinum við stóru amerikansku fyritøkuna Star Buildings hevur fyritøkan broytt navn til HP Jarn. Samstundis hava eigararnir latið virksemið við sandblásingini á aðrar hendur, so teir fáa savnað seg um søluna av jarnið til byggivinnuna.
- Útgerðin til sandblásing er framvegis í høllini, men nú eru tað aðrir menn, sum taka sær av tí, sigur Heðin Poulsen, stjóri og meðeigari í HP Jarn.
Teir selja í mestan mun jarn til byggivinnuna. Serliga armeringsjarn so sum riðunet og líknandi. Meginparturin av innflutninginum kemur úr Týskalandi.
Fyritøkan hevur eisini eina teldustýrda bukkimaskinu, so teir eru førir fyri at levera jarn í øllum formum og til øll endamál.
Og nóg mikið er at takast við hjá teimum fýra fólkunum í fyritøkuni, tí HP Jarn er størsti veitari av armeringsjarni á byggimarknaðium.
Bjóða høllir fram
Verðin er minkað munandi við internetinum, og tað var gjøgnum hetta, at HP Jarn kom í samband við Star Buildings í USA. Hetta endaði í fjør við einari samstarvsavtalu sum merkir, at HP Jarn fær einaumboð av levering av Star Buildings stálhøllum í Føroyum, Íslandi og Danmark.
Star Buildings er leiðandi framleiðarin av stálhøllum í USA og Europa.
- Hetta er ein fyritøka sum síðani stovnanina í 1927 hevur bygt og leverað fleiri enn 300.000 stálhøllir, so talan er um eina stórfyritøku í okkara mátistokki, sigur Heðin Poulsen.
Enn er hetta tó so nýtt, og eingin Star Buildings stálhøll er enn seld av HP Jarn, men fyritøkan kann nú bjóða hesar hallir fram, og tí er ein slík byggimessa eitt sera gott høvi at gera vart við tann møguleikan, sum HP Jarn nú kann bjóða kundum sínum.
HP Jarn hevur sín goymslubygning og bukkiverkstað við Ljósáir, har fyritøkan eisini hevur síni skrivstovuhølir.
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo