Umbiðin bátasmiður

Bátasmiðurin Sámal Hansen hevur ikki færri enn fjúrtan kappróðrarbátar á bíðilista Fyrst skal Sámal Hansen smíða eitt 10-mannafar til Róðrarfelagið Knørr, síðani 6-mannafarið Hvessingur, so 6-mannafarið Sjóriddarin, og Sandavágs Róðrarfelag skal eisini hava nýtt 6-mannafar.

Sámal hevur fjúrtan kappróðrarbátar á bíðilista, og tá hann smíðar seks bátar um árið, verður hann ikki arbeiðsleysur fyribils.

Í síðstu viku læt hann eitt 6-mannafar til Íslands, og íslendingar skulu hava eitt 6-mannafar aftrat.

Fleiri kappróðrarbátar verða eisini umvældir. Millum annað hevur Sámal Hansen júst umvælt 10-mannafarið Havnarbátin.

Kelda: drekin.fo