Umbering til Norðuratlantsbólkin

Í Sosialinum 23. mai var grein í eini temarøð um útisetar, nevnd ”Ongar ætlanir um at flyta til Føroya”. Í greinini koma nakrar óhepnar útsagnir um kanningina hjá Norðuratlantsbólkinum við beinleiðis tilsiping til Hitler og nazismu. Hetta átti ikki at komið á prent, og fara vit við hesum at biða Norðuratlantsbólkin umbera okkum, at hetta ikki varð rættað, áðrenn greinin kom í blaðið.

 

Blaðstjórnin