Í grein í Sosialinum í gjár kom eg illa frá tí, tá ið eg umrøddi ein skrivligan fyrispurning í Løgtinginum frá Finni Helmsdal og Bill Justinussen til Hans Paula Strøm, Landsstýrismann um Serdagsstovnin á Argjum.
Í yvirskriftini stendur, at Hans Pauli Strøm verður skuldsettur fyri at siga ósatt fyri Løgtinginum um peninganýtsluna til Serdagsstovnin á Argjum.
Tað er eitt álvarsmál og tað er heldur ikki rætt. Tað, sum spyrjarnir siga í fyrispurninginum, er, at Hans Pauli Strøm hevur upplýst skeiv tøl í Sosialinum og tí vilja teir hava hann at greiða Løgtinginum frá, hvussu tað ber til.
Nú, aftaná, gerst ikki annað enn at rættað mistakið og at biðja landsstýrismannin um umbering.
Men fyri at tað skal vera heilt greitt, skal eisini upplýsast, at tað er ikki rætt, tá ið Finnur Helmsdal og Bill Justinussen siga í fyrispurninginum, at tað var Hans Pauli Strøm, sum kom við nevndum upplýsingum um peninganýtsluna hjá Serdagsstovninum, tí upplýsingarnar høvdu vit frá Almannastovuni.