Um verkfall

   

Ja, so var verkfallið liðugt tíbetur, ja, lat meg siga beinanvegin, at eg havi gingið og krimpað meg við, hvussu verður vorðið við virkjunum hjá Sandoy Seafood? Rísa tey undir hesum? Tíverri ljóðar tað aðrastaðni í landinum sum um virki eru, sum koma at snara lykilin um, og má tað sigast at vera ein bygda- og landsskaði. Hvat er so fingið burtur úr verkfallinum. Jú, frá fyrsta semingsuppskoti og til verkfalslok bleiv tað ein króna afturat tímalønini. Hetta er ikki tað stóra, tað er jú nemt at rokna seg fram til, at hetta gevur ca. 2.000 kr. um árið. Túsund av teimum fara í skatti og vónandi hendir tað ikki, at vøran fer upp, sum oftast hendir; men um so er, tá verður ikki nógv eftir, tá ið hugsað verður um ein mánaða mista inntøku. Sjálvur meti eg um leiðaran í Føroya Arbeiðarafelag, at hon er alt ov barsk og ódiplomatisk, tað kann væl ikki vera soleiðis, at hvør arbeiðsgevari er ein lítil bandittur. Vit hava roynt her í oynni at ligið við ongum, so tað vita vit hvat tað hevur at týða.
Tað bleiv tosað nógv undir verkfallinum um gjónna, sum ikki skuldi breiðka, og tað er rætt. Men so eitur eitt eisini at byggja brýr, tí tað er sera týdningarmikið við einum arbeiðsplássi, at tað er góður andi millum arbeiðsfólk og leiðslu, og í einigheit kann nógv vinnast.
Tað bleiv arbeitt fyri skattalætta til sjófólkið, sum kom ígjøgnum, og tað var sera gott at høvuðsvinnan verður stuðlað á slíkan hátt. Eftir mínari metan hevði tað verið ein góð loysn, um arbeiðsfólkið hjá fiskavirkjunum á landi kundi fingið ein tílíkan skattalætta, tí tey gera eitt dygdargott arbeiði fyri Føroya land, sum vit hava brúk fyri, og sum vit øll liva av. Tað hevði eisini verið við til at smalkað gjónna, og smalari gjógvin er, betur liggur fyri at byggja brúna.