Skotska stjórnin hevur saman við ferðavinnuni gjørt nógv fyri at varðveita fornminni í Skotlandi. Nógvur peningur er játtaður at umvæla gamlar borgir og bygningar, og hetta er ein av stóru atdráttunum hjá ferðafólki.
Skotland hevur eina sera ríka, áhugaverda og spennandi søgu. Vit kenna eitt nú søgurnar um William Wallace og Robert the Bruce og tey mongu kríggini við arvafíggindan fyri sunnan, sum eru víst í heimskenda filminum Braveheart. Nakrar av borgunum og skansunum frá teimum døgum standa enn uppi, og summar borgir eru væl varðveittar.
Ferðavinnan í Skotlandi bjóðar ferðafólki og áhuganum at vitja hesar borgir og fáa eina hóming av, hvussu fólk búleikaðust tá. Hugtakandi og áhugavert at vitja og síggja gomlu bygningarnar, ið hava staðið í nógvar øldir.
Økið kring Aberdeen goymir eisini fleiri dýrgripir frá fornum tíðum, ið eru verdir at kanna nærri. Hetta økið, ið eisini verður nevnt Grampian, hevur verið miðdepil í gamla Skotlandi, tá kríggj móti grannanum fyri sunnan nærum var gerandiskostur.
Í miðbýnum stendur ein partur av tí gamla býlinginum enn. Ein partur er burtur, men seinastu árini hevur stjórnin gjørt eitt stórt arbeiði fyri at varðveita hesi fornminni, og skotar eru sum heild ógvuliga ernir av hesum.
Um veggirnir kundu tala
Crathes Castle er ein sonn perla. Slottið liggur stutt uttanfyri Aberdeen og hevur eina sera spennandi søgu.
Slottið varð bygt í 1500-talinum, og einki annað slott frá hesi tíðini er so væl hildið og varðveitt sum Crathes. Fyri hálvthundrað árum keypti ein almennur grunnur slottið frá familjuni, ið hevði átt tað, síðani tað varð bygt.
Orsøkin til at familjan Burnett, sum fyrr varð nevnd Burnard, valdi at selja var, at ognarskatturin í Skotlandi var so høgur um hetta mundið, at eingin privatpersónur hevði ráð at eiga slott ella borgir. Almenni grunnurin varð settur á stovn, so hesi fornminni ikki skuldu fara fyri skeyti.
Tað var fyrst í 1300-talinum, at familjan fekk landøkið, har borgin stendur, frá Robert the Bruce, ið tá var kongur í Skotlandi. Familjan fekk økið, tí hon hevði stuðlað konginum í bardaga.
Sum eitt symbol fyri henda handil fekk Alexander Burnard eitt horn úr fílabeini frá konginum Robert the Bruce. Hornið er frá 1323, og tað hongur í Stórhøll á borgini, og fólk kunnu hyggja at horninum, sum hevur eina so ríka søgu.
Tað var tó ikki fyrr enn í seinnu helvt av 16. øld, at borgin varð reist. Inntil tá búði familjan á økinum.
Hóast tað er ein almennur grunnur, ið eigur sjálva borgina, so eigur fyrrverandi húsfólkið ein stóran part av innbúgvinum og tað umrødda hornið. Familjan Burnett letur tó hornið hanga í borgini í sínum rætta umhvørvið, so ferðafólk úr Føroyum eisini kunnu fáa gleði av hesum.
Hesin sera virðismikli dýrgripurin var um at gleppa eigarunum av hendi í 1966. Tá brendi nýggi parturin av borgini, sum familjan framvegis búði í tá. Fólk fingu tó bjargað horninum og nøkrum øðrum lutum. Ein stórur partur av innbúgvinum í borgini stavar frá eisini fyrstu tíðini, tá fólk fluttu inn.
Um veggirnir kundu tala, høvdu teir óivað havt nógv áhugavert at siga frá.
Trongt
Crathes liggur soleiðis fyri, at tað ikki hevur verið í nógvum bardøgum, og tí sær tað framvegis væl út og hevur at kalla somu útsjónd, sum tá tað varð bygt. Nakað er bygt afturat gjøgnum øldirnar, men upprunaliga borgin stendur enn. Slottið hevur ongantíð verið í valdinum hjá nøkrum øðrum enn hesi somu familjuni.
Inni í borgini er sera trongligt. Tað er bygt soleiðis, at eingin kann flyta seg skjótt úr einum enda í hin. Upprunaliga hevði Crathes einki vindeyga, ið fólk slapp ígjøgnum. Hetta ger tað torførari hjá fíggindum at taka tað og lættari hjá eigarunum at verja seg.
Tá vitjað verður á borgini eru nógv sera áhugaverd rúm, ið øll hava sína serstøku søgu. Eitt nú kann nevnast The Green Lady´s Room, og sambært søgum spøkir tað í hesum rúmi. So seint sum í áttatiárunum siga fólk seg hava sæð kvinnuna í grønum klæðum ganga aftur.
Fólk, ið kenna søguna hjá borgini væl, greiða ferðafólki frá, tá tey koma á gátt.










