Um tvey ár, í 2020, fer ferðavinnan í Føroyum at hava ein umsetning upp á eina milliard. Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at tað vísa metingarnar hjá ferðaráðnum, Visit Faroe Islands.
Sosatt eru útlit til, at málsetningurin fyri ferðavinnuni, sum varð settur fyri fleiri árum síðani, fer at halda, sigur Poul Michelsen. Hann leggur afturat, at í ár verður umsetningurin av ferðavinnuni einar 600 milliónir krónur.
Helena Dam á Neystabø vildi hava at vita um vit fara vit at røkka málinum um at umsetningurin av ferðavinnuni í Føroyum fer at vera ein milliard í 2020, samstundis sum at ferðavinnan verður umhvørvisliga burðardygg.
Í hesum sambandi vísir hon á, at fólk eru farin at illneitast inn á ferðafólk, tí tey hava so stóra áirkan á náttúruna, samstundis sum at tey í nógvum førum ikki leggja so nógv eftir seg. Tí heldur hon, at vit eiga at umhugsa gongdina í ferðavinnuna av nýggjum við tí endamálið at fáa heldur færri ferðafólk hendavegin, men sum afturfyri leggja nógv eftir seg, og við tí endamálið at spjaða ferðavinnuna kring landið.
Poul Michelsen er samdur í, at ferðavinnan hevur ávirkan á náttúruna og tí eiga vit at leggja okkum eftir at fáa tað slagið av ferðafólki hendavegin sum leggja nógvar pengar eftir seg, heldur enn at fáa nógv ferðafólk hendavegin, sum leggja lítið eftir seg í part.
Í hesum sambandi vísir hann á, at ferðafólk við ferðafólkaskipunum, leggja ikki serliga nógv eftir seg í Føroyum, og ein grund til tað er, at tey steðga so stutt, ofta bara nakrar tímar. Men ferðafólk, sum koma higar á ráðstevnur, ella til onnur tiltøk, leggja 3.000 krónur eftir seg í part í miðal.
Men hann vísir samstundis á, at tað verður nettupp arbeitt miðvíst at spjaða ferðavinnuna kring landið og hann væntar, at í næstu framtíð fara vit at síggja fruktirnar av tí. Men fortreytin er, at fólk kring landið eisini eru við upp á tað og eru sinnað at gera íløgur í ferðavinnuna. Landsstýrismaðurin sigur, at tað er høvuðsendamálið hjá nýstovnaðu menningardeildini á Visit Faroe Islands
Annita á Fríðriksmørk heldur, at vit eiga at umhugsa at seta eina skipan í gildi, har útlendsk ferðafólk skulu rinda eitt umhvørvisgjald fyri at koma til Føroya, tí tey brúka vegir og aðrar hentleikar, sum føroyski skattgjaldarin rindar einsamallur, og tey eiga at rinda sín part av tí. Hon vísir á, at í øðrum londum er ein hópur av brúkaragjøldum av ymsum slagi.
Eisini Helena Dam á Neystabø reisir spurningin um stundin ikki er komin at endurskoða avgjaldspolitikkin í ferðavinnuni.