Um átta minuttir fer ...

Søguliga strandfaraskipið Másin er nú lýst til sølu av Strandfaraskipum Landsins. Tó tað ikki verður um átta minuttir, at hann fer, verður hann seldur skjótt kortini. Másin hevur verið í tænastu í nærum hálva øld, og seinastu nógvu árini hevur hann røkt siglingina til Svínoyar og Fugloyar. Men nú rann tíðin eisini undan Másanum, og tá Strandfaraskip Landsins einki annað endamál hava til Másan, er hann lýstur til sølu.

Í eykajáttanarlógini fyri mai mánað stóð upplýst, at landsstýrið væntaði at fáa 50.000 krónur fyri Másan.

Másin varð bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju í 1959, og er 15,6 metrar langur og 5 metrar breiður.

Um onkur hevur áhuga í at keypa Másan, fæst meira kunning um hetta á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins.