Um sunnudagin

Ein sunnudag meðan várróðurin á Norðhavinum í vár varð rógvin, visti útvarpið at siga, at Tjaldrið hevði rikið allar teir smáu snellubátarnar aftur at landi, vegna tess at ikki var loyvt at fiska sunnudag.

Hetta, hóast hesir menn so at siga ikki vóru slopnir á flot í einar seks mánaðir at vinna sær breyð til seg og síni vegna ringa veðrið, ið var í vetur.

Seinasta sunnudag, 7. mai, kemur stórur lastbilur norðaneftir við »Trónda«, fullur av kunsttøðum og leggur seg at koyra runt oynna og seta plattar av um sjálva kirkjutíðina. Eg kom at tosa við ein mann, sum kom úr Havn sama morgun, og segði hann mær, at hann spákaði sær ein túr oman í Vágsbotn áðrenn hann kom suður, har stóð maður og málaði umborð á einum skipi, sum helst hevur rúmastu ferðaætlan í Føroyum.

So er tað eg havi hug at spyrja: Er ongin halgidagslóg á landi, ella eru tað bert hesir stakkals útróðrarmenn, sum verða raktir av henni?

Hartil er at siga, at eg eri absolutt við til at halda sunnudag bæði á sjógvi og landi. Men mín metan er at sunnudagurin eigur at verða líka væl vardur á landi sum hjá útróðrarmonnunum, um so er at føroyingar ikki klára at verja hvíludagin, sum er givin okkum, tá er missurin stórur.


Sólvit Simonsen