Um íslendsk nøvn

- and the missed elephant in the studio

áhugamaður um málfrøði

 

At stavseta og benda persónsnøvn málsfrøðiliga rætt, er lágmarks mannasiður.

Ikki at gera tað, er tekin um vantandi virðing.

 

Eg kann í hesum sambandi upplýsa føroyskar fjølmiðlar um, at tá tit nevna íslendingar, tað veri seg fótbóltsspælarar, politikarar ella poppstjørnur, so inniheldur teirra bókstavarøð, eins og tann føroyska, bókstavin "ð". Og íslendingar benda nøvn eins og vit, hóast danir ikki gera tað. Afturvendandi er tað heldur vanvirðiliga at síggja í bløðum, at d verður sett í staðin fyri ð, í nøvnum íslendinga, sum verða umrøddir. Hetta kundi bent á, at greinin er týdd beint upp úr donskum bløðum, har nøvn íslendinga verða skrivað við danskari stavseting. Hví skulu tíðindi úr Íslandi eisini koma yvir Danmark - er ikki nóg mikið yvir ánna komið, tá føroysk intelligentsia ummælir danskar útgávur av íslendskum skaldsøgum, og ikki upprunaverkini?

 

Tá vit tosa um virðing, so er tað danskur siður at sýna formliga virðing - ella frástøðu - við at tiltala persónar við teirra seinna navni - tað veri seg ættarnavn, faðir- ella móðurnavn. Í Íslandi er tað øvugt: forsetin eitur Ólafur Ragnar, tað hevði verið vanvirðing av embætinum at nevnt hann "harra Grímsson" ( á danska vísu). Hesin danski siður er nú við at sníkja seg inn í føroyskan fjølmiðlaheim ("harra Hoydal", "harra Eidesgaard") - hóast spurningur er um tað er virðing sum liggur aftanfyri, ella bara danskur snobb-stílur.

 

PS.

Til útvarpsmannin, sum í miðjari tíðindafrásøgn sunnudagin segði seg "noyðast at leita eftir fílinum": skjølini vit hava inni á telduskránni kunnu nevnast við kvennkynsorðinum 'ein fíl' ella 'ein fíla'. Fílin finnur tíðindamaðurin neyvan á hesum breiddarstigum.