Fólkaskúlin, okkara skúlapolitiski grundvøllur, skalv, tá úrslitið av PISA-undankanningini kom undan kavi. Tað hevði við sær, at stórt spurnartekin varð sett við dygdina á okkara fólkaskúla. Uttan at leypa framav, varð støðan eftirmett, og fleiri uppskot at betra um fólkaskúlan vórðu orðað. Ein partur av teimum er longu settur í verk. Millum annað verður tímatalið í byrjanarundirvísingini næstu tvey skúlaárini økt við til samans 16 vikutímum.
Tíðindi