Um satiru

Tað stóra, rómverska, satiriska skaldið D. J. J. Juvenal (føddur sama árið, uml.65, sum apostilin Pætur leið martyrdeyðan í Rom) gjørdist kent fyri satirirnar, hann skrivaði í tíðini umleið 110-130. Yrkingarnar ríma ikki, heksametur, sum óivað var vanligt tá í tíðini. Tær flestu yrkingarnar hava eini 100 vers hvør. Nr. 6, tann longsta – um kvinnur – hevur 661 vers.

Satirurnar snúgva seg um fólk í skaldsins samtíð og teirra veikleikar. Pallurin er stórbýurin, Rom. Við beiskari og kraftmiklari yrking um grumleika hjá fólki og lemjandi peningavaldi við sjónskari ábending til innflytarar, ið streyma til Rom úr øðrum londum, avmyndar Juvenal ferðslutrupulleikarnar, tær vánaligu íbúðirnar, tey homoseksuellu, kvinnurnar, ótrúskap og sex. Hansara satiriska svartskygni um samfelagið melur um forfall og siðaloysi.
Juvenal avmyndar fyribrigdi í Rom fyri 2000 árum síðani, sum tykjast at vera tey somu, óbroytt nú á døgum – eisini um okkara leiðir.
Í 10. satiruni um stórbýin eru tey so ofta brúktu orðini: ”Ein sunn sál í einum sunnum likami” (”Mens sana in corpore sano.”) Og ”Breyð og sjónleikur” (”Panem et circenses”).
Juvenal hevur havt stóran týdning fyri satirisk skøld, eitt nú Holberg. Tað er als ikki óhugsandi, at Nólsoyar Páll onkursvegna visti um Juvenal og hevur verið ávirkaður av hansara satiru. Hetta kemur til sjóndar í kvæðunum Jákup á Møn og Fruntatátt: ”…ein Kleopatra og Bernissa, hvørgin av teimum brúktu frunt.”
Tað er ósmæðið av undirritaða alment at leggja seg út við hugleiðingum um Decimus Junius Juvenalis Juvenal, sum eg einki, avgjørt einki, veit um. Ein tilvildarlig skeiting undir J í einum leksikoni gjørdi meg varugan við navnið á skaldinum, og tað gav mær hug til at skriva hesi fáu orð.

Í 1947 var eg saman við háskúlafólki á einum háskúla í Danmark. Teirra millum var presturin Johs. Sløk, sum seinri gjørdist ein víðagitin professari. Tey prátaðu eina ferð á skúlanum um lærarar og annað, ið stóð háskúlum nær. Eg minnist, at ein tosaði um ”frelste seminarister med delingsføreruddannelse.” Hesi orð runnu mær í hug, nú Føroya Skúlagrunnur hevur ilt við at skilja tað, ið stórt tal av okkara væl skúlaðu fólkum – fleiri av teimum teljast millum tey frægu – ávara alment um, hvussu grunnurin arbeiðir við at geva út eitt nýtt atlas. Tey, ið manna grunnin, tykjast ikki at skilja ella vilja kanska ikki skilja tað, sum serkunnleikin so staðiliga ger vart við og ávarar ímóti – uttan tó at verða hoyrd ella at fáa neyðugu og sjálvsøgdu ávirkan í avgerandi spurningum.
Er hetta ikki harðrent og ósmæðið?
Kann ein hægri myndugleiki ikki fáa hetta fyri okkara skúlaungdóm og allar føroyingar yvirhøvur so týðandi mál í eina forsvarliga legu? Eigur landsstýrið ikki at skera ígjøgnum, meðan tíð er, og áðrenn snævurskygni hevur gjørt óbótaligan skaða? Fáið atlassið og teir 5 latínsku bókstavirnar í okkara alfabeti frá hondum skjótast gjørligt!