Eg tonkti, at politikkararnir kendu nú, hvat ein Sandoyarætlan er! Sandoyarætlanin fyri okkum ið her búgva, er fyri tað fyrsta ein almenn fiskavirking sum stongir bæði virkini í Sandoynni, fyri síðan at lata serliga annað virkið fara í órøkt. Løtingsmenn taka so og játta pengar til Sandoynna sum skal fáa arbeiði aftur í gongd. So táið tað er gjørt leggja teir seg at klandrast um ætlanina og brúka so nøkur ár til at siga sína søgu sum best.
Tað vísir seg so tíðiliga í ár, at menn við dirvi og áræði, koma higar í oynna og hava hug at seta bæði virkini í gongd. Nú eru løgtingsmenn skjótir og lata John Petersen fáa tær tríggjar milliónirnar um hendi og sjálvandi tekur hann tað røttu avgerð at lata Sandoy Seafood fáa tær at seta arbeiði aftur ígongd, so givið er, at Sandoyarætlanin er ein drúgv ætlan frá byrjan til enda. Og táið so hettar endiliga var avgreitt byrjaðu menn aftur at skriva, serliga var tað ein suðuroyartingmaður sum var so ørkymlaður. Sannheit at siga so kenna vit til dýrar dreingir, sum tríggjar milliónir eru smápengar í forbrúki hjá.
Eftirsum eg havi tikið pennin vil eg takka tykkum hjartaliga, sum sýndu áhuga fyri Sandoynni og vóru eg, at arbeiðsfólkið kann standa saman við tykkum, so at tit eru komnir fyri at vera.
Sólvit










