Tað hevur í miðlunum verið ført fram í seinastuni, at VB er tað av oddaliðunum báðum, sum hevur verið meiri støðugt, og sum hevur verið meiri sannførandi móti liðunum, ið liggja longur niðri á stigatalvuni. Tey flestu høvdu óivað eisini vænta, at vágskvinnur fóru at vinna ein lættan sigur á VÍF sunnudagin, men so var ikki.
Byrjaðu sum væntað
Í byrjanini av dystinum sá tað annars út til, at tað fór at ganga, sum tey flestu høvdu væntað, tí VB legði seg skjótt á odda, og tað gekk heldur ikki long tíð, so høvdu tær lagt se eini fýra mál fram um VÍF.
Men so gjørdi VÍF ein vørr í nakrar fáar minuttir, og tað hevði við sær, at tær heintaðu fýra mál inn aftur á VB, og tí stóð tað bráddliga á jøvnum 9-9.
Nú gekk tað rættuliga javnt á, og liðini fylgdust tað, ið eftir var av fyrra hálvleiki. VB var á odda 14-12 tveir minuttir fyri steðgin, men áðrenn hálvleikur var, høvdu vestmannakvinnurnar strítt seg upp á javnleik 14-14, sum var hálvleiksstøðan.
Eftir steðgin var tað framhaldandi rættuliga javnt, men nakað út í seinna hálvleik tóktist dysturin fáa sína avgerð, tá ið VB skeyt fimm mál á rað og legði seg á odda 23-19, og einans góðir tíggju minuttir vóru eftir at spæla. Men VÍF vildi tað øørvísi, og tær góvu ikki skarvin yvir.
Nú tóku gestirnir yvir aftur, og nú vóru tað tær, sum fingu fimm mál á rað, og trúfastu viðhaldsfólkini hjá VB gjørdust eitt sindur óttafull um, at lokalu hetjurnar skuldu nú fara at snáva á heimavølli.
Men VB er ikki við í oddinum fyri einki, tí hóast VÌF var á odda 24-23, tá ið fýra minuttir vóru eftir at leika, so var tað heimaliðið, ið endaði omaná. Verjan hjá VB stóð sum ein múrur síðstu minuttirnar, og VÍF fekk einki mál afturat í dystinum. Í hinum endanum eydnaðist tað teimum at fáa tvinni mál, so tá ið alt kom til alt, endaði tað við einum sera teprum 25-24 sigri til VB, sum av álvara fekk ein hvøkk sunnudagin.
At tær hjá VÍF hingu við høvdunum, tá ið dysturin var av, var einki at siga til, tí tær høvdu verið ómetaliga nær við at vinna ein ógvuliga óvæntaðan sigur, men gjørdust akkurát ov stuttar.
VB-VÌF 25-24(14-14)
VB: Daiva Tomaite 11(5), Arnleyð Hjelm 6, Aukse Vysniaskaite 3(1), Christina Holm 3, Sólrun Krosslá 1, Rannvá Augustinussen 1
VÍF: Ioana Rapa 9(4), Fríða Marjunardóttir 4(1), Finngerð H. Jensen 3, Linda Johannesen 3, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 3, Alice Høghamar 2
Brotskøst: VB 8(6), VÍF 6(5)
Útvísingar: VB 4, VÍF 5
Dómarar: Hannis og Uni Wardum