Anni á Hædd
Sum vinnugrein verður oljuvirksemið yvirhøvur roknað sum vandamikið. Ein høvuðsorsøkin til hetta er, at óhapp og vanlukkur kunnu fáa so ógvusligar avleiðingar og fylgir fyri manning, havstøð ella pallin - eins og umhvørvi. Flestu av okkum hava hoyrt um Piper Alpha-vanlukkuna, Aleksander Kielland-vanlukkuna og aðrar við kanska.
Tað er m.a. orsakað av tí stóra risikopotentialinum, sum er í oljuvinnuni offshore, at samfeløg seta strong krøv til virksemi hvat heilsu, trygd og umhvørvi viðvíkur, umframt til dygt eftirlit við virkseminum fyri yvirhøvur at loyva tí. Soleiðis er eisini í Føroyum og tí fari eg at siga eitt sindur um oljulóggávuna ? kolvetnislógina.
Oljulóggáva ? Kolvetnislógin
Lógin um kolvetnisvirksemi varð samtykt av Løgtinginum tíðliga á vári longu í 1998. Enn eru ongar kunngerðir settar í gildi við heimild í lógini, men slíkar eru væl áleiðis.
Lógin regulerar oljuvirksemi í øllum skeiðum ? forkanningar (seismikk), leiting eftir olju og metingar (seismikk á staðnum og leitiboringar), framleiðslu eins væl og avrigging av virkseminum ? ein ring av virksemi frá byrjan til enda, eisini rópt virksemi frá vøggu til grøv.
Lógin hevur reglur um loyvi og treytir og hvussu farast skal fram í samband við útbjóðing. Lógin hevur reglur um hvørjar góðkenningar oljufeløgini skulu søkja myndugleikan um fyri yvirhøvur at sleppa í holt við virksemið ? tað at bora eftir olju.
Lógin sigur at virksemið skal vera forsvarligt. Lógin gevur landsstýrismanninum beinleiðis heimild til at regulera heilsu, trygd og umhvørvi í samband við leiting, framleiðslu og flutning av kolvetnum.
Samanumtikið kann sigast, at lógin regulerar alt, sum hevur við oljuvirksemi at gera, tí hon regulerar bæði virksemi og heilsu, trygd og umhvørvi í samband við hetta virksemið.
Leitiloyvini
Sum kunnugt eru loyvini til leiting eftir olju og gassi í fyrsta útbjóðingarumfari givin. Sambært § 6 í lógini kunnu leitiloyvi bert veitast umsøkjarum, sum ætlandi hava neyðugan sakkunnleika, royndir, førleika og fíggjarorku.
Hetta krav ella kanska rættari henda fortreyt fyri at fáa loyvi til leiting eftir olju og gassi umfatar eisini heilsu, trygd og umhvørvi. Ein arbeiðsbólkur viðgjørdi allar umsóknirnar fyri at meta, um umsøkjarnir høvdu nóg góðan sakkunnleika, royndir, førleika og fíggjarorku hvat viðvíkur heilsu, trygd og umhvørvi fyri at sleppa uppum gáttina, sum lógin hevur sett.
Tað sum nú liggur fyri framman hjá hesum oljufeløgum sum hava fingið loyvi í fyrsta útbjóðingarumfari eru leitiboringarnar, sum oljufeløgini skulu bora, sambært teimum veittu loyvunum.
Sambært § 15 í lógini kunnu leiti- og aðrar boringar ikki fara í gongd, uttan at landsstýrið frammanundan hevur góðkent útgerð, arbeiðsætlan og mannagongd. Hetta merkir, at oljufeløgini mugu søkja Oljumálastýrið um góðkenning til at seta boringina í verk.
Sambært lógini eru leitiboringar virksemið. Í § 14 er ásett, at ?Virksemið skal vera umhvørvisliga og trygdarliga forsvarligt_? Hetta merkir, at virksemi skal vera forsvarligt, óansæð um talan er um leiting ella framleiðslu av olju ella gassi. Tað, at virksemið skal vera forsvarligt er eitt dynamiskt krav, eitt krav sum vil broytast við tíðini í takt við at tøkniligu møguleikarnir alsamt økjast. Tað sum var forsvarligt fyri 10 árum síðani er ikki neyðturviliga forsvarligt í dag. Hetta hevur m.a. við sær, at myndugleikin uttan trupulleikar kann seta oljufeløgunum krav um, at tey støðugt skulu royna at menna seg fyri at betra um heilsu-, trygd- og umhvørvisumstøðurnar offshore.
Trygdarregluverki
Afturat lógarásetta kravinum um forsvarligt virksemi, hevur lógin í kap. 5 heimildir til landsstýrismannin at áseta neyvari reglur um heilsu, trygd og umhvørvi í samband við virksemi.
Arbeitt verður við at gera kunngerðir, sum áseta neyvari krøv til heilsu, trygd og umhvørvi í leitiskeiðinum ? ikki fyri eitt møguligt framleiðsluskeið, tí hetta liggur nógv ár úti í tíðini.
Hesa kunngerðirr eru løgfrøðiliga sæð einans at rokna sum ískoytið til aðalkravið í lógini um forsvarligt virksemi.
Ein avleiðing av hesum er, at myndugleikin ikki alsamt nýtist at vera eitt fet frammanfyri menningina innan heilsu, trygd og umhvørvi fyri á tann hátt at verða førur fyri at seta krøv til virksemið. Nei, kravið um forsvarligt virksemi er óreingiligt ? óansæð hvussu nógva ella lítla orku og ekspertisu myndugleikin sjálvur hevur á teimum ymisku økjunum.
Funktionelt (starvsligt) regluverk
Vit hava lagt okkum eftir at orða eitt funktionelt regluverk. Hetta merkir, at vit í kunngerðunum áseta krøv til oljufeløgini, sum siga nakað um hvat tey skulu gera fyri at lúka krøvini til heilsu, trygd og umhvørvi, men vit siga ikki hvussu tey skulu ella kunnu lúka krøvini.
Hetta sampakkar við tað reguleringsfilosofi, sum meira og meira ger seg galdandi fyri oljumyndugleikar og til deils aðrar myndugleikar í londunum kring Norðsjógvin. Myndugleikin orðar krøv, sum áseta hvat miðast skal eftir í samband við hetta ella hatta virksemið, uttan tó út í æsir at lýsa hvussu málið skal røkkast.
Fyri oljufeløgini merkir hetta m.a., at tey fáa størri rásarúm til at skipa og útgera seg til oljuvirksemið á tann hátt, sum tey meta vera best hóskandi ella sum tey duga best. Eisini gevur tað funktionella regluverki størri rúm fyri nýhugsan, enn um vit út í æsir skuldi lýst og ásett hvørt nikk og prikk.
At enda vil eg siga eitt sindur um, hvør tað er, sum hevur ábyrgd av at virksemið verður framt forsvarligt hvat heilsu, trygd og umhvørvi viðvíkur, tað sum løgfrøðingar vilja kalla hvør tað er, sum er pligt-subjektið.
Pligtsubjektið í § 24 og terminologi
Tað ella tey oljufeløg, sum í felag hava fingið leitiloyvi, verða sambært kolvetnislógini rópt loyvishavin.
Tann, ið útinnir virksemi sambært teimum veittu loyvnum vegna loyvishavan kallast fyristøðufelagið ? ella meira vanligt operatørurin.
Loyvishavin og fyristøðufelagið vilja verða tey mest vanligu pligtsubjektini og av teimum báðum er tað fyristøðufelagið ? operatørurin - sum oftast vil hava ábyrgd fyri at virksemið verður útint forsvarligt. Herí liggur eisini ábyrgd fyri, at galdandi lóggáva ? lógir og kunngerðir ? verða hildin. MEN tað eru onnur, sum eftir umstøðunum, kunnu ábyrgjast fyri, at viðurskiftini viðvíkandi heilsu og trygd ikki eru sum tey skulu. Hetta er ásett í § 24 í lógini:
?Loyvishavarin, fyristøðufelagið, stjórin á havstøðini, arbeiðstakarar, undirarbeiðstakarar og aðrir arbeiðsgevarar skulu hvør í sínum lagi síggja til, at arbeiðsumstøðurnar eru fult forsvarligar til trygd og heilsu, og at dygt eftirlit er við, at arbeiðið verður gjørt forsvarliga.?