Klaksvík:
Í eitt longri tíðarskeið hevur skúlin á Ziskatrøð verið undir umfatandi umvælingum. Hetta arbeiðið er við at koma upp undir land nú, og eftir stendur skúlin í góðum standi. Næmingarnir hava fingið framúr umstøður, og øll fegnast um, at skúlin, sum einaferð stóð sum eitt skrímsl, nú er flottur og hevur fínar umstøður.
Nú letur til, at skúlin við Ósánna verður næst. Í øllum førum varð ein verkætlan samtykt á býráðsfundi týskvøldið, sum fer at hava umfatandi broytingar við sær.
Uppskotið um út- og umbygging av skúlanum er gjørt í samráð við starvsfólk og lærarar í skúlanum. Tað vil siga, at bygginevndin fór inn í skúlan at tosa við starvsfólkini og lærararnar og bóðu tey lýsa tørvin. Útfrá tí, sum tey søgdu, varð so uppskotið gjørt. Og týskvøldið varð tað so einmælt samtykt á býráðsfundi.
Fakrúm
Fyribilsuppskotið, sum Klaksvíkar býráð samtykti, gongur út uppá, at verandi skúli verður um- og útbygdur. Tað vil siga, at tá arbeiðið er liðugt, verður skúlin ein fultútbygdur tveysporaður skúli við plássi fyri 20 flokkum, sum kunnu verða í skúla samstundis.
Tað er ikki galdandi í dag, tí næmingarnir í fyrsta flokki ganga bert í skúla seinnapartar og í øðrum flokki fyrrrapartar. Hesir flokkar deilast sostatt um heimastovurnar.
Í verkætlanini eru sjálvsagt fleiri stovur. Skúlin verður uppbygdur soleiðis, at øki verða til tær ymsu deildirnar. Tað vil siga eitt øki til barnaskúla, eitt til miðdeildina og eitt til framhaldsdeildina. Fakhøli verða gjørd í kjallaranum av nýbygninginum, sum verður vestureftir, har lærugreinarnar undir Handaverk og List fara at halda til.
Ósáskúlin hevur í dag bert eina alisfrøðisstovu. Annars onga aðra serstovu.
Verkstaður verður til húsavørðin, bólkarúm verða, sum kunnu nýtast til bólkaarbeiði av ymsum slagi. Ein stór tónleikastova verður somuleiðis gjørd, sum gongur út til auluna.
Tekningarnar, sum Fuglø Arkitektar hava lagt eftir seg, síggja sera spennandi út. Og ongin ivi er um, at skúlin við Ósánna verður nýmótans, tá hetta stendur liðugt.
Endiliga samtykt
Formaðurin í mentanarnevndini í Klaksvíkar býráð, Jórun Høgnesen, sigur, at hetta er fyrstu ferð, at eitt uppskot um út- og umbygging av skúlanum við Ósánna er samtykt. Hóast hetta eru triðju ferð, at eitt uppskot liggur á borðinum.
? Nú verður arbeitt í fullari ferð, og tað næsta stigið er at bjóða arbeiðið út, greiðir hon frá. Ætlanin er, at næmingarnir skulu ganga í skúla allatíðina, meðan arbeiðið fer fram.
Nær arbeiðið byrjar er ikki vist, men Jórun leggur dent á, at nú tað endiliga er komið so langt, so verður tað ikki steðgað.
Tørvurin á útbygging av Ósáskúlanum er langt síðani staðfestur. Nú er so ein verkætlan upp á 34 milliónir samtykt. So verður spennandi at síggja, hvussu skjótt arbeiðið kann gerast.