?Støðan er rættiliga ring.Og um nakar bati verður, er ringt siga.
Jákup Vestergaard, bygdaráðsformaður í Sumbiar Kommunu, letur illa at støðuni.
Sum tað sær út í løtuni, verður t.d. bygdarskúlin á Leiti tómur um nøkur fá ár.
? Tað eru 17 børn í skúlanum á Leiti.
Tað eru børn í Lopra og av Økrum, sum ganga í skúla á leiti. Men í hesum báðum bygdum eru bara tvey børn undir skúlaaldur nú.
Annað fer í skúla komandi ár og hitt er bara ársgamalt.
Gongdin í Sumba, sum er tann størra bygdin í kommununi, er tann sama, tó at tað ikki sær heilt so svart út.
Men í Sumba er bara eitt barn føtt higartil í ár.
Í løtuni búgva ikki meiri enn gott 400 fólk í kommununi. Í 1950, voru tey næstan 700 fólk.
Jacob Vestergaard sigur, at barnsburðartalið og fólkatalið hevur altíð gingið upp og niður, men nú ber av.
Hann heldur, at fer fólkatalið í Suðuroynni at minka stórvegis afturat, verðurgrundarlagið tikið undan ymsum øðrum, eitt nú Miðnámsskúlanum í Vági.Tí tað skal eitt ávíst næmingatal til, fyri at varðveita skúlan.
Meiri til oynna
Hann sigur, at oyggin mennast, er tað neyðugt, at tað koma fleiri størv til Suðuroynna, ikki minst til fólk við útbúgving.
Teir suðuroyingar, sum fáa sær útbúgving, hava onki at venda aftur til
Tí vónar hann, at nakað spyrst burturúr orðunum í samgonguskjalinum um økismenning.
Hann vónar m.a., at meiri verður gjørt fyri at leggja fleiri málsøki út til kommunurnar at umsita.
Hann heldur, at nú tøknin er so frammaliga við interneti og teldposti, átti tað at borið til at skipa fleiri størv kring landið.
Men hann heldur avgjørt eisini, at tað er neyðugt at laga ferðasambandi soleiðis, at tað ber til at búgva í Suðuroynni og arbeiða í Havn.
? Tað ber til allastaðni í Føroyum, uttan í Suðuroynni teimum smáu útoyggjunum.
Støðan kannast
Annars heldur hann, at tað kundi verið ein stig á leiðini, um allar kommunurnar í Suðuroy tóku seg saman um at fingið ein serfrøðing av onkrum slag til at kanna støðuna.
Hann skuldi lýst støðuna og gjørt uppskot til, hvussu vit koma framá, og, hvat skal til fyri at menna oynna aftur.
Men yvirhøvur heldur hann, at kommunurnar áttu at arbeitt nógv meiri saman, enn tær gera nú.