Í Stoltenbergmálinum er tað bara Tórbjørn Jacobsen, sum hevur gjørt í buksurnar, og tað so dyggiliga, at skræpan spríkir úr skónum.
Hann møsnar í lesarabrævi í Dimmalætting leygardagin um dirty tricks og álitisbrot og sigur seg hava kvett alt samband við Sosialin.
Tað er tápuligt av einum politikara at gera tað. Tí eingin ivi er um, at hann fær meira brúk fyri blaðnnum, enn øvugt. Tað kann hann spyrja ávísar partamenn sínar um. Slíkar uppsagnir eru fyrr komnar, men rímiliga skjótt verður ásannað, at blaðið fer at liva longri, enn teir halda politiskt.
Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður, er vónsvikin av, at hann ikki fekk loyvi at gera viðmerkingar til grein í Sosialinum fríggjadagin. Tað tulkar hann sum álitisbrot, sum hann sjálvandi metir, er gjørt av undirritaða. Og hann hevur eina søgu um, hvussu samrøða okkara fór fram.
Tað er møsn, hann kemur við. Alt, sum fór fram í tí málinum, var júst sum avtalað okkara millum.
Eg ringdi til Tórbjørn mikudagin og bað hann svara uppá, hví føroyingar ikki fingu at vita, at Thorvald Stoltenberg hevði tikið seg aftur úr teirri nevnd, sum Norðuratlandsbólkurin á Fólkatingi annars hevði boðað frá, at hann skuldi sita í.
Tað er rætt, at tosað varð um alt millum himmal og jørð, uttan kanska livandi grind.
Grundin er einføld til, at so var. Tórbjørn Jacobsen veik hvørja ferð, hann fekk tann konkreta spurningin, frá evninum og fór at tosa um annað fyri á tann hátt at royna at leiða samrøðuna burtur frá tí, hann ikki vildi svarað uppá.
Hetta er ikki óvanligt fyribrigdi í hasum selskapinum, og verður hetta vanliga kallað uttanumtos.
Tórbjørn Jacobsen letst misnøgdur við tað, sum refererað er frá teirri samtaluni. Tað, sum skrivað er, er tað, sum hevði týdning fyri málið, og man Tórbjørn Jacobsen vera tann av okkum báðum, sum eigur at vera best nøgdur við, at ikki øll samrøðan verður endurgivin.
Fleiri feðrir undir samrøðuni royndi eg at koma inn aftur á sjálvan spurningin, sum var, um tað var tí, at tað nærkaðist vali í Føroyum, at Norðuratlansbólkurin gloymdi at siga føroyingum frá, at Stoltenberg hevði tikið játtan sína aftur.
Tá einki annað gjørdist hjá manninum, fór hann at møsna um, at danska stjórnin hevði lagt trýst á Stoltenberg og hevði brúkt sendistovuna í Oslo til hjálpar. Kanska eisini føroyska Javnaðarflokkin, legði hann afturat.
Ásannandi, at har kom ikki greiðari svar uttan tað, at alt var eitt mistak, segði eg honum frá, at eg fór at kanna hjá donsku sendistovuni í Oslo og hjá Thorvaldi Stoltenberg, um hetta var so.
Løtu seinni ringdi maðurin aftur og vildi síggja greinina, sum skrivað varð.
Eg segði honum, at tað varð eingin grein skrivað tann dagin - mikudagin - tí eg væntaði ikki, at fáa svar úr Danmark og Noreg til deadline, sum er á middegi.
Tað gekk so umleið eitt samdøgur - út á fyrrapartin hósdagin - til svar kom. Síðan varð greinin skrivað og send til e-mail adressuni hjá Tórbirni, sum hann sjálvur hevði sagt mær.
Sagt varð samstundis frá, at hann fekk høvi at gera viðmerkingar til faktuellar feilir, tvs. skeiv sitat, men ikki loyvi at rætta í orðingum í greinini. Hetta tí at bæði eg og starvsfelagar á blaðnum hava upplivað, at ávísir politikarar hava viljað broytt tekstir og enntá viljað steðgað greinum, áðrenn tær eru komnar í blaðið.
Greinskrivarin var heilt vísur í, at einki skeivt sitat var í greinini, og tí eri eg framvegis vísur í.
Tá einki var frætt aftur, tá deadline var, varð roknað við, at eingin viðmerking kom, og greinin fór til umbróting.
Seinni ringdi so føroyski skrivarin hjá Norðuratlantsbólkinum og segði, at Torbjørn sat í einum taxabili á veg til flogfarið til Føroya, haðani hann lat siga, at hann ikki kundi góðtaka sumt, sum í greinini stóð.
Eg royndi at ringja til hansara beinanveg, men fekk ikki samband við hann, fyrr enn hann var lendur í Vágum seinnapartin. Tá var hann longu fornermaður.
Hevur Tórbjørn Jacobsen hug at vera fornermaður við meg og blaðið, eg arbeiði fyri, so hann um tað. Eg ætli mær framvegis at heilsa upp á Tórbjørn, tá eg møti honum, og er tað relevant fyri tíðindaflutningin, fari eg eisini at tosa við hann í blaðhøpi.
Men framvegis verður bíðað eftir tí einfalda svarinum til tann einfalda spurningin um, hví Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi ikki boðaði føroysku fjølmiðlunum frá, at Thorvald Stoltenberg hevði tikið játtan sína aftur.
Edvard Joensen
blaðmaður