Mong føroysk sál í útlegd hevur sett djúp spor eftir seg í okkara mentanarheimi.
Vit kunnu tríva í rúgvuna av føroyingum, sum livdi meginpartin av lívi sínum í útlegd: V.U. Hammershaimb, Jakob Jakobsen, Nicolai Mohr, Jens Chr. Svabo, Tróndur Olsen, Regin Dahl, J.H.O. Djurhuus, Chr. Matras, Janus Øssursson, Maria Mikkelsen. Hesi, og nógv onnur, nomu føroyska/evropeiska mentan í Danmark. Sál teirra var í Føroyum, og teirra førningur frá forfedrunum varð fjálgaður og mentur í útlegd.
Og so øll tey, ið drukku úr somu keldum : Johanna Maria Skylv Hansen, Heðin Brú, Richard Long, M.A. Jacobsen, Rasmus Rasmussen, Símun av Skarði, Martin Joensen, Robert Joensen, Kristian Osvald Viderø og mong, mong onnur.
Í fjórðingøld hava vit tvær ferðir verið illa viðfarin av “føroyskum” politikki. Í 1992-1993 rýmdu føroyingar í túsundatali sálarleysir av landinum. Orsøkin til hetta óskilið var m.a. tann, at tað eydnaðist upp á fá ár (4) at niðurbróta eina annars vælvirkandi almenna fyrisiting, og tessvegna varð neyðugt at byggja hana av nýggjum (Norman Christensen).
Og í tí nýggju øldini hava landsins kosnu menn gjørt alt, ið gerast kann, fyri at forkoma landsins fíggjarorku. 1. januar 2002 varð av álvara farið undir at tveita almennan pening fyri borð. Úrslitið av hesum dárskapi hava vit ikki rættiliga merkt enn. Nógv, men ikki nokk, er skrivað um hetta løgna fyribrigdið, sum ikki átti at kunna hent í einum framkomnum demokratii.
Demokrati er annars ein sera følin og vøkur planta, men verður hon ikki væl umsitin og taðað, kann hennara vøkstur broytast til grefliga hømiliurót.
Og hesin “rótføroyski” politikkurin, sum rikin hevur verið nú í eini 10 ár – í stóran mun við villeiðandi ósannindum – hevur givið eldri fólki og gomlum, sum farin eru um “støvets år”, kenslu av mentalum ótryggleika. Vanlig fólk trívast ikki í einum landi, har tey, ið ráða fyri borgum, tosa ósatt – lúgva.
Fyri okkum føroyingar er hetta einki minni enn ein sorgarleikur.