Oftast eru tað kvinnurnar: ommurnar og mammurnar sum syrgja fyri at tær nyttugu gávurnar – tær bleytu - , liggja undir trænum.
Tá fyrsti gleðisrúsurin er av, og køldu vetrardagarnir í januar koma, er gott við pløggunum sum vóru í “bleytu pakkunum”.
Soleiðis er eisini í samfelagnum Føroyar: vit ynskja okkum alt møguligt “leikutoy”, men fyri at framhaldandi menning, og luttøka í Europeiska samstarvinum skal tryggjast komandi ættarliðum, er neyðugt at vit nú raðfesta teir “neyðugu” bleytu pakkarnar, so sum vitan, útbúgving, gransking og vælferðar/ heilsuskipan.
Eisini mugu vit staðfesta, at kvinnurnar oftani eru tær ið best duga skyna ímillum , hvat er “leikutoy”, og hvat er alneyðugt ( og so eru vit nakrir menn sum eisini hava skilt tað, tíbetur)
Eg sat á áhoyraraplássunum í tinghúsinum hóskvøldið, og kendi tað á ein hátt sum ein lætta tá løgmaður at enda “hálaði stikkarin úr” og sløkti samgonguna– annars hevði alt tað politiska“jólatræði” futtað av. Ábyrgdarloysi er kortini stórt, soleiðis at blakað samfelagið út í valstríðið, uttan at hava loyst tað grundleggjandi politisku uppgávuna: at syrgja fyri at ein samtykt fíggjarlóg fyriliggur
Mítt ynski er at vit eftir valið komandi fáa eina tingmanning sum skilir og megnar politisku uppgávuna, nevniliga neyv og røtt raðfesting, og ikki brúkar alt til “harðar pakkar”.










