Fyrrapartin varð boðað frá grind á Trongisvágsfirði, og um middagsleitið varð hon hildin til.
Jaspur Vang, sýslumaður, sigur við Kringvarpið, at hann metir grindina at vera um 40-50 hval. Hann sigur eisini, at havandi í huga, at nýggjársdagur er, so eru nógv fólk í grind.