Um fýra ár er avloysarin klárur at taka yvir

Framtíðin kann bara tryggjast við áhaldandi kanningum

 

Um fýra ár hava føroyingar eitt nýtt, nútímans havrannsóknarskip.

 

Tað hevur samgongan sett sær fyri. Og tað skal vera eitt skip, sum landið byggir og rekur.

 

Tað hevur verið heilt átrokandi í nógv ár at fáa eitt nýtt havrannsóknarskip, men tað kláraði undanfarna samgonga ikki at semjast um. Tað seinasta var, at onkur privatur skuldi byggja skipið, og so skuldi landið leiga tað til rannsóknir. Ella skuldi eitt alment partafelag stovnast at byggja og reka skipið.

 

Men landsstýrið ger nú greitt, at tær ætlanirnar eru nú sleptar og ístaðin skal landið byggja nýtt skip. Og farast skal undir tað longu næsta ár, og so kann tað verða liðugt í 2019.

 

Einasta havrannsóknarskip, vit hava, er Magnus Heinason, sum er ein umbygdur saltfiskatrolari, sum nú er alt ov dýrur at halda, tí hann er so gamal.

 

- Eisini er tóvmegin ov lítil, og laboratoriu- og manningarviðurskiftini eru vánalig, sigur Høgni Hoydal, landssýrismaður, sum nú hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta ferð á byggingina.

 

Havrannsóknarskipið er langt síðani sniðgivið og útgjørt eftir altjóða krøvum, so at tað lýkur krøv til gransking á altjóða stigi í nógv ár.

 

- Eisini verður pláss fyri næmingum, og atlit eru tikin at, at skipið kann leigast út, tá Havstovan ikki brúkar tað, sigur hann.

 

Ætlanin at byggja nýtt havrannsóknarskip er so gomul, at tað var longu í 2011, at tað var klárt at fara undir arbeiðið, men tá mátti landsstýrið leggja ætlanina til viks, tí semja fekst ikki um hana.

 

Annars skuldi skipið verða liðugt longu í fjør.

 

Men nú skulu pengar setast av til ætlanina hesi næstu árini, frá 2016 til 2019, og tilsamans kostar skipið 215 milliónir krónur.

 

Høgni Hoydal sigur, at í nú á døgum verður størri og størri dentur lagdur á burðardygd í fiskiskapinum og her er manglandi kunnleiki ikki ein undanførsla, sum kann brúkast til nakað.

 

Hann staðfestur eisini, at ein stórur partur av okkara inntøkum í fiskivinnuni, stava frá uppsjóvarfiskiskapinum og í framtíðini kann okkara partur av kvotunum bara tryggjast við áhaldandi kanningum.

 

- Í hesum arbeiði er eitt framkomið havrannsóknarskip alneyðugt. Landið ger eina íløgu, sum hevur við sær, at altjóða samfelagið, og harvið vinnan, fær eina tænastu, sum verður á hægri stigi enn við núverandi skipi, sigur landsstýrismaðurin.