Páskadag fer eitt lágtrýst framvið beint eystan fyri Føroyar og tilhoyrandi brúgvaløg nerta við Føroyar. Síðani snarar vindurin í ein norðan og kaldari luft streymar oman yvir Føroyar komandi vikuna.
Páskadag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein vestan og makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, síðani niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og regn, men sum frá líður klárar í og tað verður yvirhøvur skýggjað og regn- ella vátaslettingsæl. Hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið og náttina makar hann vindin og verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt, og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
2. páskadag øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt og hitin um 5 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt einkult regn- ella vátaslettingsæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og sum frá líður ælaveður, partvís sum vátaslettingur ella heglingur og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum um náttina makar nakað. Yvirhøvur skýggjað og partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin um 3 stig, um náttina beint undir ella um frostmarkið.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum snarar í ein útsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn- ella vátaslettingsæl, um náttina skýggjað í ein útsynning. Hitin hækkar upp í millum 3 og 5 stig.
Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein útsynning og makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn, men um náttina klárar í. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.