Ingvald er sosial pedagogur og fór undir Fjordskolen eftir at hava starvast við ung við trupulleikum í nøkur ár. Á Fjordskolen eru 13 næmingar, alt dreingir í aldrinum 8-15 ár. Hetta eru næmingar við stórum trupulleikum við at passa inn í ein vanligan fólkaskúla. Næmingar við diagnosum sum ADHD, OCD ella Tourettes Syndrom. Summi eru undir doyvandi viðgerð við heilivági. Eisini eru næmingar við atferðartrupulleikum av øðrum uttanhýsis orsøkum.
Á Fjordskole starvast fýra fólk 2 pedagogar og 2 lærarar, ið eru um børnini alla tíðina. Hetta, at hava tey somu vaksnu rundan um seg, skapar tryggleika.
Grundhugsjónin handan Fjordskolen, er ikki at fokusera uppá trupulleikar og veikleikar, men í staðin leggja dent á styrkir hjá barninum. Dentur verður lagdur á, at børnini ikki skulu kenna seg, sum um tey eru vrakaði og endaði á onkrum serskúla, tí tey ikki passa inn. Hetta verður gjørt við, at tey læra ymiskt, ið tú ikki lærir í vanliga fólkaskúlanum, og at tey fáa upplivingar, ið tey ikki høvdu fingið aðrastaðni. Eitt nú eigur Fjordskolen ein sera stásiligan seglbát, ein reyðan skjóttgangandi gummibát, jollur og vatnskíð.










