Um felagið Gudloysi og trúgv

Tankar í samb við Dag og Viku 26. august 2008:

Felagið Gudloysi er eitt áhugvert felag, tí nú fær ein kanska fyri fyrstu ferð møguleika at hoyra, hvat hesin bólkur í samfelagi okkara heldur. Men eg vildi ynskt, at sæð grundarlagið og endamálið hjá hesum felag.

Felagið Gudloysi hevur lógartryggjan rætt at vera í landi og okkara, og skal ta fáa sama rætt og somu sømdir sum øll onnur lóglig feløg. Vit eru felags um nógv, men ikki um alt. Men eitt, sum vit eru felags um, er at hava eina heimsmynd og eina trúgv.

 

Øll hava vit eina heimsmynd, og øll hava vit eina trúgv, sum lýsir tað hvørt einstakt menniskja heldur um grundleggjandi viðurskifti. Eisini tann, sum sigur seg vera gudloysing, hevur okkurt, viðkomandi roknar við ella lítir á. Spurningurin er tí ikki, um ein hevur eina heimsmynd, men hvør eins heimsmynd er. Spurningurin er ikki, um ein hevur eina trúgv, men hvør eins trúgv er.

Allar heimsmyndir ella trúgvir hava setningar, sum vit kunnu kalla lærusetningar. Hesir setningar lýsa grundleggjandi viðurskifti og fevna um upprunan til heimin og lívið, um menniskja, um rætt og rangt, um ævinleikan osfr..

Sjálvur meini eg, at øll hava ein gud ella gudar við lítlum ”g”, men ikki øll hava Gud við stórum ”G”. Gudur ella gudar okkara umboða okkara heimsmynd ella trúgv. Ein gudur er tað, sum fólk seta fremst í sínum lívi, sum dregur tey, og sum stýrir lívi teirra. Tað, sum Jesus hevur verið fyri menniskju á okkara leiðum, hevur Mao verið fyri kinverjum. Tá ið Nietzsche segði, at ”Gud er deyður”, hendi tað, at hann avnoktaði Gud við stórum ”G” og festi sítt álit á ein annan gud við lítlum ”g”.

Tað áhugaverda um okkum menniskju er tað, vit eru felags um. Vit hava samvitsku, tørv fyri kærleika og umsorgan, vilja skapa og arbeiða, ganga við somu spurningum um lívið og ævinleikan, vit minnast, vit leingjast, vit gleðast, vit syrgja. Men í okkum er tráanir eftir t.d. peningi og makt, sum ikki nýtast at vera synd ella nakað galið í sjálvum sær, men hesar tráanir kunnu lættliga gerast girndir.

Um girndir eftir tí verðsliga ráða einum, kann ein kallast materialist. Jesus kallaði henda lívsháttin ein gud, Mammon. Profetarnir nevndu hann Baal. Ofta verður Mammon ella Baal umtalaður sum høvuðsmótsetningurin til Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups.

Um ein sjálvur til avgera, hvat er rætt og rangt, kann ein kallast verðsligur humanist. Verðsligi humanisturin trýr á menniskja, og at einki er hægri enn tað. Kristni humanisturin (hetta heitið var vanligt undir trúbótini) trýr hinvegin á Jesus Krist.

Og hvørt ein hugsar, at alheimurin og lívið er vorið til av tilvild ella av einum skapara (sum í t.d. í ”Intelligent Design”) verður sagt, at ein ávikavist hellir til menningarlæruna ella skapanarlæruna, at ein ávikavist er ”darwinist” ella ”creationist”, sum summi kalla hesar áskoðanir, og sum báðar eru grundaðar á trúgv. At prógva upprunan til lívið, eins og ein kann prógva at 2+2=4, hevur ikki borið til. Tú kanst trúgva hesum, ella tú kanst trúgva hasum.

 

Gudloysi merkir í einum kristnum samanhangi ikki, at ein hevur onga heimsmynd ella trúgv, men, at ein hevur eina aðra heimsmynd og eina aðra trúgv enn ta kristnu. Gudstrúgv hevur á okkara leiðum verið trúgv á Jesus Krist. Munurin á trúgv millum manna hevur her verið lýstur, sum munurin á at trúgva á Kristus ella ikki.

 

Av tí at tað eru tey, sum trúgva á Jesus, men ikki hava nakað við hann at gera, kunnu vit býta sokallaðar gudloysingar í tvinnar bólkar: Tey, sum ikki trúgva at nakar gud er til (teoretiskir gudloysingar verða hesi rópt), og tey, sum trúgva á Jesus, men sum ikki geva sær fær um hann (praktiskir gudloysingar). Tvs., at sjálvt kristin menniskju kunnu í roynd og veru liva sum gudloysingar. Gud hevur einki ”perkeringspláss” í lívi teirra, sum ein segði.

Til tey fyrru sigi eg: ert tú ærlig / ærligur, hevur tú óivað onkran gud (við lítlum ”g”). Til tann seinna sigi eg: ert tú ærligur / ærlig, hevur tú óivað tørv á at fáa viðurskifti tíni við Gud (við stóru ”G”) í lagið aftur.

 

At hitta menniskju á máli um øll viðurskifti – eisini viðvíkjandi áskoðan og trúgv, er uppgávan hjá kirkjuni og einum presti. Sum ein, sum hevur verið í hesum arbeiði í fleiri ár, dámar mær betur at tosa við ein, sum er ósamdur við mær um lívsins stóru mál enn ein, sum er líkasælur.

 

Felagið Gudloysi er ikki ein hóttan fyri nakran uttan tann, hetta felag hóttir. Og eg veit ikki, um hetta felagið hóttir nakran sum so. At siga, sum í yvirskriftini í Degi og Viku 26. aug., at undirritaði sær felagið Gudloysi sum eina ”hóttan”, er at gera ov nógv av. Heldur er felagið ein ”avbjóðing”.

Sjálvur fekk eg tvær útsagnir í áðurnevndu tíðindasending, og er tað ikki nógv um eitt so týðandi mál. Men hesi eru helst korini í tíðindasendingum í modernaðum sjónvarpi. Men eg ynski og fleiri við mær, at SvF kann fáa eina kjaksending á skránna, sum grevur djúpari og gevur betri umstøður at siga sína hugsan um trúgv og tilverumál. Vanligar eru slíkar sendingar í útlendskum sjónvarpsrásum sum t.d. DR1 og BBC.

 

Lat okkum virða øll sjónarmið og vera góð hvør við annan, men lat okkum eisini vera tað, vit eru.

 

Bergur D. Joensen

 

(Til tann, sum vil lesa um heimsmyndir og trúgv. James Sire: Verdensbilleder, Credo; Aksel Valen-Sendstad: Religionsfilosofi, Koleon og Heini í Skorini og Páll Holm Johannesen: Krossvegir, Sprotin. Um kristindómin: Dietrich Bonhoeffer: Efterfølgelse og C.S. Lewis: Berur kristindómur, Sprotin)