Um dalar og fjøll til arbeiðis

56 ára gamli Tummas Joensen av Skála er sambært heimasíðuni hjá SEV vinnarin av Útivikuni. Hann koyrir av Skála, setir bilin í Hvalvík, og gongur um Hvalvíksskarð til arbeiðis og aftur hvønn dag hesa vikuna

Tað eru tey, ið taka Útivikuna í álvara. Summi kanska meir enn onnur. Ein av teimum, ið veruliga nýtir Útivikuna skilagott, er 56 ára gamli Tummas Joensen. SEV, sum hevur valt at taka Útivikuna í álvara, er ikki í iva um hvør er vinnari millum teirra starvsfólk. Á heimasíðuni hevur fyritøkan skrivað grein um 56 ára starvsfelagan, sum hevur valt at ganga eftir sniðgøtum heldur enn eftir vegnum. Talan er um 56 ára gamla Tummas Joensen, sum býr á Skála, og hevur starvast sum vaktmeistari á Fossáverkinum í Vestmanna í 25 ár. Í sambandi við Útivikuna hevur hann gjørt av at seta bilin í Hvalvík og ganga um Hvalvíksskarð til og frá arbeiði. Hann gongur sostatt um dalar og fjøll fyri at koma til arbeiðis, og er tað ein túrur, ið tekur á leið tveir tímar.


Bingo hjálpti uppá heilabløðing

Tað sigst á heimasíðuni hjá SEV, at Tummas Joensen er serstakliga treiskur. Í 1986 fekk hann ein blóðpropp, sum legði hann í koma í heilar tríggjar mánaðir.

- Eg var júst komin til hús frá arbeiði, tá eg fekk eina heilabløðing. Hetta hendi, júst sum konan gekk við fyrsta barni okkara og var komin at eiga. Eg varð í skundi fluttur niður á Ríkissjúkrahúsið, har eg lá í koma í útivið tríggjar mánaðir. Um mánaðarskiftið apríl/mai byrjaði eg so smátt at vita til mín aftur.

Hann var síðan fluttur til Føroya, og tá hann varð útskrivaður, byrjaði hørð uppvenjing. Hann fór at renna, sum hann var vanur frammanundan blóðproppinum, og fyri at venja høvdið upp aftur, byrjaði hann at spæla bingo. Hann gavst, tá hann megnaði at spæla við 12-20 plátum uttan trupulleikar. Hetta kláraði hann hóast bert 15 mánaðir vóru lidnir síðan hann varð raktur av heilabløðing.


Heim til tíðindini

Túrurin um Hvalvíksskarð er ikki fremmandur fyri Tummas Joensen. Ein frídag í fjør gekk hann til stuttleika alla leiðina av Skála til Vestmanna, umvegis Selatrað, Oyrar, Hvalvík og Hvalvíksskarð, og fekk síðani sonin at koma eftir sær í Vestmanna. Hesin túrurin tók seks tímar.

- Í sambandi við Útivikuna fari eg av Skála um 5 tíðina um morgunin, eri í Hvalvík um hálvgum seks tíðina, har eg seti bilin, og eri so á Fossáverkinum um tríkorter til átta tíðina, greiðir Tummas Joensen frá.

Hann roynir at vera heima aftur á Skála til útvarpstíðindini um seks tíðina um kvøldið.