Um Atlantshav við seglbáti

Fyri tveimum vikum síðani kom seglbáturin Cracker Jack inn á Vágsbotn. Báturin hevði Stars and Stripes á bakstavninum og føroyskt og spanskt flagg í mastrini. Manningin var ein spaniamaður og ein skoti.


Bill Mundy er úr Skotlandi og Oscar Rodriguez er úr Baskalandinum í Spania. Teir búgva báðir í Palma á Mallorka og arbeiða saman umborð á einum stuttleikabáti, ið verður leigaður út til ferðafólk.
Í summar avgjørdu teir sjálvir at fara eina øðrvísi ferð. Teir fóru ein túr til USA, har teir keyptu bátin Cracker Jack, sum teir komu til Føroya við á veg til Noregs.
 
Ferðin
Fyrst í juni fóru Bill og Oscar úr Anapolis í USA. Leiðin gekk fyrst til New York, har teir sigldu ígjøgnum East River og framvið Long Island. Haðani sigldu teir til Boston og síðan til Maine, áðrenn teir komu til Kanada. Í Kanada steðgaðu teir á í Nova Scotia, áðrenn teir sigldu til Labrador og haðani fóru til Grønlands. Í Grønlandi steðgaðu teir á í lítlu bygdini Aappilattoq í Suðurgrønlandi, stutt frá Hvarvinum. Haðani fóru teir ígjøgnum Prins Christianssund og hildu leiðina ímóti Íslandi. Í Íslandi vóru teir í Reykjavík og í Vestmannaoyggjunum og komu síðan til Føroya. Teir steðgaðu í Føroyum í umleið eitt samdøgur og sigldu hiðani til Noregs.
- Vit fóru hesa ferðina fyri at royna okkurt øðrvísi, sigur Bill Mundy.
- Fyri átta árum síðani fór eg eina líknandi ferð, bara mótsettan veg, sigur hann og heldur fram:
- Eg sigldi eftir leiðini hjá Leivi Hepna, soninum hjá Eiriki Reyða, hann fann Amerika umleið ár 1000. Ta ferðina byrjaði eg í Haugesund í Noregi og endaði ferðina í New York. Tá kom eg eisini til Havnar, og tí komu vit eisini framvið hesu ferð, greiðir Bill frá.
 
Arbeiði í Noregi
Sjómenninir báðir ætla sær at búgva og arbeiða í Noregi í vetur. Teir fara at búgva í Husøy, har teir skulu byrja arbeiði uppá at gera ein bátahyl til stuttleikabátar.
Áðrenn Bill og Oscar fara avstað aftur úr Noregi, ætla teir at selja seglbátin. Teir keyptu bátin við tí fyri eyga at sigla um Atlantshav og síðan at selja hann í vár, tí tá báturin er seldur, hevur hann goldið teimum ferðina.
Í vár ætla teir sær at fara at hyggja eftir einum nýggjum báti og at sigla eina aðra leið aftur til Noregs.
- Tá kundu vit til dømis hugsað okkum at siglt ígjøgnum Panamaveitina ella onkra heilt aðra leið, sigur Bill Mundy.
- Og vit ætla at sigla aftur til Noregs og selja bátin har, tí har kunnu vit fáa størstan vinning. Harafturat er hetta slagið av bátum væl egnað til skandinaviskt veðurlag, tí umstøðurnar at stýra eru góðar bæði úti á dekkinum og undir taki, greiðir Bill Mundy frá.