Um at verja embætismann móti álopi

Sosialurin spyr í oddagreinini í leygardagsblaðnum, hvar BLF var, tá Høgni Hoydal almannakunngjørdi, hvørja samsýning ein einstakur embætismaður kravdi fyri at leggja úrslitini úr arbeiðinum við Hvítubók fram.

Talan var ikki um limamál, tí viðkomandi hevði valt at lata vera við at vera limur í felagnum.
Nevndin umrøddi, um okkurt kundi verið við hesum málinum, sum var somikið prinsipielt, at felagið kortini átti at tikið tað upp.
Niðurstøðan var, at prinsipiellar áneyðir vóru ikki fyri at taka málið upp, tí at
1.Embætismaðurin reisti sjálvur sum hin fyrsti málið, um at hann ikki fekk ta samsýning hann legði á, í Útvarpi Føroya
2.Samsýningin, sum stóð teimum í boði, sum vórðu biðin um at kunna um arbeiðið, var í trá við sáttmálan millum BLF og Fíggjarmálastýrið.

Felagið stendur framvegis við hesa avgerðina.