Í Vági stákast tey í hesum døgum við at gera klárt, og hetta fer fram í einum kjallarahøli í handilsbygnignunum á Gørðunum í Vági. Millam mannað hevur hølið verið nevnt Kjøtkjallarin.
Her letur Reyði Krossur upp í morgin.
Talan er um endurnýtsluhandil, har fólk kunnu lata lutir, ið tey ikki nýta, inn, so onnur kunnu fáa gagn av teimum.
Í morgin klokkan 16 letur nýggi endurnýtsluhandilin í Vági upp.
Formaðurin í Reyða Krossi Føroya, Jóannes Eidesgaard, bjóðar vælkomin. Reyði Krossur bjóðar te, kaffi og rísalamang á Savninum á Gørðunum.
Handilin er úrslitið av einum samstarvi millum Vágs kommunu og Reyða Kross Føroya.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##














